Munurin millum rættingarnar hjá "Georg eystan Á"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 3:
Georg búði nøkur ár í [[Ísland]]i, har hann var sera virkin og vælumtóktur. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Vikingabandið. Íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við hann, og hann framførdi í einari sending hjá teimum.
 
Tá Sumbiar Ítróttarfelag (Sumba) í 1990 gjørdist nummar tvey í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum og fluttu upp í bestu deildini, góvu sumbingar út eitt kassettuband, sum Georg eystan Á stóð fyri. Fleiri av sangunum gjørdust sera vælumtóktir og vóru nógv at hoyra, og tey flestu munnu enn kenna sangin, sum nevndist Hypnosan, har niðurlagið ljóðaði soleiðis: "Sunnast í Føroyum í ein útsynning, búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað." Onkur yrking hjá [[Poul F. Joensen]] var eisini við á bandinum, t.d. Kvæðið um Hargabrøður.<ref>[http://www.youtube.com/watch?v=g6_i6wDDch4 Sangurin: Kvæðið um Hargabrøður frá kassettubandinum Hypnosan á Youtube.com]</ref>
 
== Útgávur ==