Georg eystan Á

føroyskur sangari og sangskrivari

Georg eystan Á úr Sumba (føddur 1960, deyður 29. mai 2022 í Keypmannahavn) var tónleikari, tónasmiður, sangskrivari og sangari. Hann var virkin í føroyskum tónleikalívið, serliga í 1980'unum, tá hann gav út fleiri kassettubond og LP'ir. Hann gav út tvey kassettubond í 1986 og 1988 undir egnum navni, á tí seinna Intro er sangurin Sasa sa, sa, sum var eitt hitt tá og aftur seinni, tá føroyski tónleikabólkurin The Dreams gav út sangin í nýggjari versjón. Georg gav út tvey kassettubond saman við Tommy, teir kallaðu seg Georg & Tommy. Nevnast kann t.d. sangurin Fjallarósan, sum var umsett úr norskum (Alperosen), sum varð givin út á bandinum Várlongsul. Tann sangurin var ofta at hoyra í Útvarpi Føroya eitt nú í Kvøðuljómum, sum vóru sendir hvønn sunnudag og hvønn mikudag fyri sjófólk. Sangurin "Brævið" var eisini nógv at hoyra. Á seinna kassettubandinum hjá Georg og Tommy var eitt nú sangurin Oh Maria, sum eisini var nógv at hoyra í útvarpinum.

Georg eystan Á í 2012.

Georg búði nøkur ár í Íslandi, har hann var sera virkin og vælumtóktur. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Vikingabandið. Íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við hann, og hann framførdi í einari sending hjá teimum.

Tá Sumbiar Ítróttarfelag (Sumba) í 1990 gjørdist nummar tvey í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum og fluttu upp í bestu deildini, góvu sumbingar út eitt kassettuband, sum Georg eystan Á stóð fyri. Fleiri av sangunum gjørdust sera vælumtóktir og vóru nógv at hoyra, og tey flestu munnu enn kenna sangin, sum nevndist Hypnosan, har niðurlagið ljóðaði soleiðis: "Sunnast í Føroyum í ein útsynning, búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað." Onkur yrking hjá Poul F. Joensen var eisini við á bandinum, t.d. Kvæðið um Hargabrøður.[1]

Georg fekk COVID-19 og gjørdist illa sjúkur á vetri 2021/22. Hann bleiv innlagdur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum og luttók í sending, ið Kringvarpið gjørdi um koronudeildina og sjúklingarnar har.[2] Hann bleiv útskrivaður og tók stig til at skipa fyri innsavning til flóttafólk úr Ukraina. Á várið 2022 bleiv hann aftur illa sjúkur og bleiv innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, har hann seinni andaðist 29. mai 2022, bert 61 ára gamal.[3]

Útgávur

rætta

Egnar útgávur

rætta
  • 1986 - Í løtuni - kassettuband
  • 1988 - Intro - LP og kassettuband

Georg og Tommy

rætta
  • 1984 - Várlongsul - Kassettuband, H.C.W. Tórgarð
  • 1985 - Umaftur - Kassettuband, H.C.W. Tórgarð[4]

Er við á hesum tónleikaútgávum

rætta

Keldur

rætta
  1. Sangurin: Kvæðið um Hargabrøður frá kassettubandinum Hypnosan á Youtube.com
  2. kvf.fo
  3. in.fo - Georg eystan Á farin um sýn
  4. Rateyourmusic.com
  5. Rateyourmusic.com
  6. Rateyourmusic.com Tólvti maður

Slóðir

rætta