Munurin millum rættingarnar hjá "Karsten Hansen"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
Løgtingið 150 bind 2
 
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 3:
Karsten Hansen starvaðist sum sjómaður 1959-62 og innan handil 1963-66. Hann er útbúgvin løgreglumaður, og varð løgreglumaður í 1966, var støðleiðari 1975-85 og sýslumaður frá 1985 til hann fór í farloyvi, tá hann varð landsstýrismaður.
 
Hann var landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum 1998-2002, og landsstýrismaður í fíggjarmálum 2002-2003 umboðandi [[Tjóðveldisflokkurin|Tjóðveldisflokkurin]]. Hann var aftur landsstýrismaður í fíggjarmálum [[4. februar]] til [[26. september]] [[2008]], hesuferð umboðandi [[Miðflokkurin|Miðflokkin]]. Hann hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum síðani [[14. november]] [[2011]], umboðandi [[Miðflokkurin|Miðflokkin]]. Hann var valdur á ting í [[2004]] og hevur verið valdur hvørt val síðani.
 
Karsten Hansen sat í [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar Býráð]] 1989-98, harav sum næstformaður 1993-98. Hann var nevndarformaður í [[IRF]] 1993-98, í [[Vanlukkutryggingarráðið|Vanlukkutryggingarráðnum]] 1985-89. Hann var formaður í [[Føroya politistafelag]] 1973-84.