Føroyar Vælkomin á føroysku Wikipediu!

Hey Topper 1, og vælkomin til føroysku Wikipediu! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipediu og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:


Niceley 12. august 2012 kl. 16:15 (UTC)

Don't speak Faroese? Post {{Brúkari fo-0}} on your user page or put it into your babel box.

Hey Topper 1. Tað er sera gott at síggja, at ein nýggjur sera virkin brúkari er komin afturat, tað er tað brúk fyri. Eg síggi, at tú hevur "flutt" onkra síðu, tí at heitið var skeivt stavað. MEN, av tí at tú ikki ert administrator enn (tað kanst tú blíva, tá tú hevur verið her eina tíð og havt eitt mininum av rættingum), so hevur tú ikki møguleika fyri at flyta síðuna soleiðis at øll søgan hjá síðuni kemur við. Tað er best at flyta eina síðu á tann hátt, at øll rættingarsøgan verður flutt við. Tá ein er blivin administrator á Wikipedia, so fylgir tann møguleikin við, at ein kann flyta eina síðu, tann møguleikin kemur ovast til høgru beint við har tað stendur "Les, Rætta, Nýtt evni, Søga", so kemur ein stjørna og so ein pílur (í hvussu so er tá ein er administrator), og har fær ein møguleika fyri at flyta, strika ella friða eina síðu. Tú sær út til at vera væl inni í øllum í hvussu ein rættar, wikikotur, bólkar, leinkjur til onnur mál og alt hatta har, so eg giti, at tú ert ikki heilt nýggj/nýggjur her á Wikipedia, men bert hevur brúkt IP adressuna fyrr. Eg hopi, at tú blívur verandi aktivur brúkari her, og at tú - um eina tíð - fert at søkja um at gerast administrator, tað eru fyri tað mesta bert eg og Niceley av administratorunum sum eru aktiv fyri tíðina, og tað er brúk fyri at onkur tekur sær av t.d. tá onkur ger "herverk", tvs. skrivar okkurt tvætl á eina síðu, strikar alt innihald og tílíkt. Tá ein er blivin administrator, so kann ein eisini nokta hesum vandalistum í at sleppa at rætta aftur her í ein dag, ein mánað, fleiri mánaðir osfr. Ná, men altso, um tú sært onkra síðu, sum hevur heitið sum er skeivt stavað, so kanst tú gera tað, at tú fert inn á kjaksíðuna hjá tí síðuni og har skrivar, at heitið er skeivt stavað og átti heldur at verið stavað so og so. So kann t.d. eg fara inn og flyta síðuna til tað sum tú skjýtur upp (um eg eri samd altso). Vinarliga EileenSanda (talk) 15. aug 2012 kl. 09:25 (UTC)Reply

Hey EileenSandá. Tað skal eg gera framyvir, eg visti ikki av at tað var soleiðis tað riggaði. Tað geri eg so nú, takk fyri:-) Apropos, kundi tú broytt heitið á greinini "Olympia" til "Olympia (Washington)"? So hevði tað verí líka sum á øðrum málum, og "Olympia" hevdi kunnað víst til grekska Olympia.Topper 1 (talk) 15. aug 2012 kl. 20:57 (UTC)Reply

Ups, gott at tú rættaði hatta við 11. september, sjálvandi visti eg, at hendingarnar fóru fram tann dagin, ja, kanska havi eg blandað tí tað á enskum verður nevnt 9/11. Eg skrivaði hatta einaferð nokk so væl eftir miðnátt, havi nokk ikki hugsa alt ov klárt tá, men takk fyri rættingina :) Vh. EileenSanda (talk) 20. aug 2012 kl. 11:29 (UTC)Reply
Kul att se en ny brukare här på färöiska Wikipedin! Jag vill bara tillägga: man kan flytta sidor utan att vara administratör. Men nya brukare måste vänta fyra dagar före detta blir möjligt. /Diupwijk 20. aug 2012 kl. 12:38 (UTC)Reply

Hey Topper1, nú hevur tú verið ein sera virkin skribentur á føroysku wikipedia í umleið 3 mánaðir og tú hevur enn ikki upprætta tær eina brúkarasíðu, er tað ikki upp á tíðina at tú fær eina brúkarasíðu, so brúkaranavnið hjá tær ikki stendur við reyðum? Tá eg síggi at onkur "reyður" brúkari hevur skrivað okkurt, so vænti eg ofta at tað er okkurt spamm, altso áðrenn eg nái at lesa navnið og síggja, at tað er tú ;) Vh. EileenSanda (talk) 10. nov 2012 kl. 23:47 (UTC)Reply

Mánaðargrein

rætta

Hey og væl afturkomin :) Hevur tú nakað uppskot til mánaðargrein fyri januar 2016? Vh. --EileenSanda (kjak) 5. jan 2016 kl. 01:25 (UTC)Reply

Hmm, nei, hugsi ikk so nógv um mánaðargreinar, dámi betri at bara gera onkrar føroyskar greinar av og á. Tíverri ;-)
Ok, tað er í lagi. Eg havi heldur ikki tann stóra áhugan í at velja mánaðargreinir, Niceley plagdi at gera tað, men hann er sera óvirkin í løtuni, og onkur má væl gera tað. Men um tú onkuntíð hevur hug at skjóta upp eitt evni, so ert tú vælkomin til tað. Vh. --EileenSanda (kjak) 11. jan 2016 kl. 23:33 (UTC)Reply

Grein á ensku Wikipediu

rætta

Hey. Eg veit ikki, um hetta yvirhøvur hevur tín áhuga. Eg sá, at síðan um Høgna Reistrup, á ensku Wikipediu, er tilnevndi til at blíva strika, hygg her: en:Wikipedia:Articles for deletion/Høgni Reistrup, tað er gjørt av einum brúkara ið nevnir seg Libstar. Hetta er bara ein av fleiri síðum um føroyingar, ið hesin sami brúkarin vil hava strikaða. Eg havi fingið bjarga summum, t.d. síðuna um Heiðrik á Heygum, kjakið sæst her: en:Wikipedia:Articles for deletion/Heiðrik á Heygum (2nd nomination), har bleiv úrslitið tíbetur Keep. Eg havi víðka síðuna um Høgna Reistrup og skrivað um hansara útbúgving og um bókina Exit Føroyar, ið elvdi til nógv kjak bæði í Føroyum og Danmark, men tað er sum at slætta vatn á gás viðvíkjandi hasum Libstar. Ná, men eg helt bara, at eg skuldi spyrja onkran, og her eru so fá virkin í løtuni, so eg spyrji teg. Tú ert vælkomin at luttaka í kjakinum har, um tú vilt og skriva Keep um tú ert samdur, og siga eina grundgeving um hví síðan ikki eigur at verða strikað. Vh. --EileenSanda (kjak) 18. jan 2016 kl. 07:08 (UTC)Reply