Munurin millum rættingarnar hjá "Hvítanes"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Hvítanes''' er ein [[niðursetubygd]] á eystursíðuni á [[Streymoy]]nni sunnanfyri [[Kaldbaksfjørður|Kaldbaksfjørð]] og út móti [[Tangafjørður|Tangafirði]]. Ein orsøkin til at fólk settust her, var til at bøta um sam­band­ið millum [[Eyst­ur­oy]]nna og [[Streym­oy]]nna. Um 96 fólk búgva á Hvítanesi. Hvítanes er [[niðursetubygd]] frá [[1830-árini|1830unum]]. Niðursetumenninir komu flestir úr [[Kollafjørður|Kollafirði]]. Henda búseting er í skaldsøgusniði lýst í skaldsøguni "''Hvørt við sínar náðir''" eftir [[D. P. Danielsen]]. Tað var [[Pløyen]], amtmaður, sum í [[1837]] gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av [[Skálafjørður|Skálafjørðinum]] til [[Tórshavn|Havnar]] sett upp her.
 
Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð. Eftir at vegur kom millum [[Tórshavn|Havnina]] og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í [[Tórshavn|Havn]]. Hvítanes hevur síðan kommunuvalið 1980 verið partur av Tórshavnar kommunu. Hvítanes er partur av [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]], men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita.
 
{{commons|Hvítanes}}