Óli
Vælkomin!
Hey Óli, og vælkomin til Wikipedia! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipedia og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:
Merkisdagar
rættaHey Óli, til ber at bólka greinirnar við at skriva [[Bólkur:Merkisdagar]] niðast í eini grein. Hetta ger tað nemmari at finna eina grein. Eg havi til dømis upprætta bólkin Merkisdagar til tær síðstu greinirnar sum tú hevur gjørt. ℚuackor 16. feb 2007 kl. 09:59 (UTC)
England ella Ongland
rættaHey Óli!
Eg síggji at tú vildi hava eina rætta grein fyri England/Ongland; sí Kjak:Bretland. Mær tykist tú skrivar rætteliga; hóast eg eri svenskur og kann ikki skriva hana. Tó arbeiði eg lítið við bólkarnar tykkara; og vil gjarna gera eina fyri Ongland/England. Hvat skal hon rættiliga eita: Bólkur:England ella Bólkur:Ongland? (Í míni føroysk-svensku orðabók stendur Ongland; tó og enskur). Hvat stendur til dømis í føroyskum skúlabøkum, Ongland ella England?
Med vänlig hälsning, Jörgen B 19. jun 2007 kl. 11:21 (UTC)
Hey Jörgen B
Eg haldi, at greinin skal eita Ongland, og so kann ein onnur grein,England,vísa til Ongland. Hej då, Óli
- Takk! (Eg fann hesa slóð á Wikipedia:Undirhúsið, ið sigur tað sama!) Jörgen B 19. jun 2007 kl. 13:19 (UTC)
- Ella Bretland... Tað er eingin greið regla um rætta formin á føroyskum. --Mimir22 27. jun 2007 kl. 11:03 (UTC)
Hey,aftur. Ongland er ein partur av Bretlandi. Men Bretland er øll "oyggin", tvs. bæði Ongland og Skotland. Óli
- Og tað má vera gott at fylgja Føroysku málnevndini... Jörgen B 27. jun 2007 kl. 15:04 (UTC)
Undirhús
rættaHey Óli, sá at tú rættaði greina Undirhús. Veist tú um tað eisini upprunaliga var soleiðis at undirhúsið bert var fyri eldri fólk? Vh. ℚuackor 2. sep 2007 kl. 19:54 (UTC)
- Hey. Eg haldi ikki, at fyribrigdið undirhús í føroyska týdninginum er serliga gamalt. Menn hittust undir neystinum ella á onkrum rekatræ. Fø orðabókin "Tilhald hjá (gomlum) monnum (til dagdvølju). vh Óli
- Ja, eg så tað í orðabókini. Undirhúsið í Vágsbotni er gott nokk frá 1936, so tað kundi hugsast at tað ikki ("bert"?) vóru gomul fólk sum brúktu tað tá. ℚuackor 2. sep 2007 kl. 20:17 (UTC)
týðing
rættaHey Óli, ger so væl, hvat eitur
- Help us spread knowledge worldwide. Donate to Wikimedia!
og
- 1.234.567 people have donated
á føroyskum? Stóra tøkk fyri hjálpina, --fuglurin (:> )=| 28. okt 2007 kl. 08:59 (UTC)
týðing
rættaHey: Tað kann umsetast soleiðis:
- Hjálp okkum at breiða vitan um allan heim. Stuðla Wikimedia!
og
- 1.234.567 fólk hava stuðlað higartil.
Hetta er ikki orðarætt týtt (higartil er lagt afturat), men fær boðskapin fram og er málsliga í lagi. Óli.
- Tað er í lagi. Stóra tøkk, Óli :) [1] --fuglurin (:> )=| 30. okt 2007 kl. 01:56 (UTC)
Leggja mynd upp
rættaEg havi lagt eina av mínum egnu fotomyndum av fjøllunum "Gráfelli, Krákuni og Manssetur, sæð av Eiði" í myndasavnið sum public domain. Men eg dugi ikki at leggja myndina inn á síðuna "Gráfelli". Dugur onkur at hjálpa mær. Myndin eitur: "Gráfelli 031.jpg" vh Óli
- Detta är gjort. Koden ser ut så här: [[Mynd:FILNAVN.xyz|thumb|BILDTEXT]]. Vänligen /Diupwijk 12. mai 2012 kl. 21:14 (UTC)
Takk fyri, vh Óli
Hevur tú sjálvur tikið myndina av Tjaldrinum?
rættaHey Óli. Hevur tú sjálvur tikið hesa myndina av sjóverjuskipinum Tjaldrinum, sum tú hevur lagt út her á føroysku Wikipediu? Um so er, kanst tú so skriva á síðuna, á føroyskum og enskum, at tú sjálvur hevur tikið myndina? Og so manglar tað eisini ein lisensur har, t.d. PD (Public Domain), eitt annað slag av lisensi eitur Share-alike. Um tú hevur tikið myndina, er tað so í lagi við tær, at myndin eisini verður løgd á felags myndasavnið hjá Wikipedia/Wikimedia, ið eitur Commons.wikimedia.org ? Tí um hon liggur har, so kann hon eisini nýtast á t.d. donsku, norsku, ensku Wikipediu og á øllum øðrum málum. Um hon bert liggur her, so kann hon bara nýtast her. Vinarlig heilsan EileenSanda (talk) 15. jan 2015 kl. 00:58 (UTC)
- Ná, ok, Brúkarin MGA73 hevur funnið fram til, at tú ikki hevur tikið myndina sjálvur, hon er tikin av Flickr, Janus Ortind er myndamaðurin og hon liggur har undir copyright, tvs. at hon ikki má liggja her. Hon verður sletta, so veitst tú tað. Spell tó, at vit ikki hava nakra mynd av Tjaldrinum. EileenSanda (talk) 18. jan 2015 kl. 17:25 (UTC)