Munurin millum rættingarnar hjá "Fjølmiðlar"

Content deleted Content added
Linja 1:
=== Fjølmiðlar ===
Fjølmiðlar hava sera stóran týdning fyri heimin nú á døgum. Teir hava leingi havt eitt sindur av týdningi, men nú eru so nógvir miðlar í mun til fyrr, tá bara avísir, lýsingar og annað var at fáa. Sum sagt eru sera nógvir miðlar nú á døgum, vit hava ikki bara avísir, [[útvarp]] og [[sjónvarp]], men túsundtals sjónvarps og útvarpsrásir. Og haraftrat kemur sjálvandi, allarhelst størsti miðlin; alnótin. Á altnótini kunnu vit lesa, síggja og hoyra nærum alt hugsandi, bæði úti úr heimi, og heimanifrá. Og ikki er tað bara stóru avísirnar og sjónvarps og útvarpsrásirnar ið kunnu leggja tíðindi og annað út á nótina, tað kann ein og hvør. T.d. um ein hevur hug at finna útav hvussu okkurt verður gjørt t.d. við eini teldu, so er bara at fara á Youtube og leita sær rætta sjónbandi fram. Hetta, at ein og hvør kann leggja tilfar á altnótina, er helst ikki bara gott. Síður sum Wikipedia hava óavmarkaða og ókeypis atgongd til at leggja greinir út, og av tí sama eru tær ikki altíð rættar.
 
=== Harðskapur ===
Tað verður sagt at harðskapur í sjonvarpinum kann ávirka børn. Hetta er helst rætt, og sjálvt um tey ikki beinleiðis drepa nakran ella gera nøkrum fortreð, so kann hugsunarháttur teirra verða ávirkaður av harligum filmum og røðum. Ávirkanin kann sjálvandi vera ymisk frá barni til barns; summi børn kunnu hyggja eftir harligum filmum frá tey eru heilt lítil, og onnur tola ikki at síggja nakran harðskap í filmum heilt uppí tannárini. Og ikki er tað bara filmanir í sjónvarpinum, sum seta sítt spor á børnini, nógvar lýsingar á rásum sum Cartoon Network og Disney Channel eru serliga gjørdar við tí fyri eyga, at fáa børnini at plága foreldrini til at keypa teimum ymiskar leikur.