Munurin millum rættingarnar hjá "Susvim"

Content deleted Content added
Dagføring, úrslit frá HS stevnuni 2011
Linja 2:
[[Mynd:Jón Bjarnasson a Faroese Swimming Coach.jpg|thumb|[[Jón Bjarnason]] er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum.]]
'''Susvim''' er svimjifelag í [[Suðuroy]]nni, sum varð stovnað [[6. september]] [[2007]]. [[Orð]]ið Susvim er stytting av '''Suðuroyar Svimjifelag'''. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í [[Suðuroy]]nni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er [[Jón Bjarnason]]. Venjing fer fram í 25 metra svimjihyli í [[Vágs Svimjihøll]] í [[Vágur|Vági]] og í 12,5 metra svimjihyli á [[Tvøroyri]]. Av og á fer besti svimjarin hjá felagnum og venjari hansara uttanlanda á svimjilegu og til svimjikappingar, fyri at venja í 50 metra hyli. Onkuntíð fara fleiri av svimjarunum hjá Susvim uttanlanda at venja, eitt nú til [[Ísland]]s. Ongin 50-metra hylur er í [[Føroyar|Føroyum]], men arbeitt verður við at gera ein 50-metra hyl í [[Vágur|Vági]].<ref>[http://www.sudurras1.com/pages/posts/50-m.-svimjihylur-byggjast-a-oyrunum-i-vagi4466.php?p=160 Sudurras1.com]</ref>
 
== SuSvim vann HS stevnuna 2011 ==
SuSvim vann HS stevnuna, sum var 5. februar 2011 í [[Tórshavn|Havn]] fyri børn í bólki 1 til 4. Býtið av heiðursmerkjum var soleiðis:
* Susvim - 40 gull, 31 silvur, 13 bronsu
* [[Havnar Svimjifelag]] - 23 gull, 19 silvur, 13 bronsu
* [[Ægir (svimjifelag)|Ægir]] - 16 gull, 16 silvur, 21 bronsu
* [[Reysti]] - 5 gull, 8 silvur, 8 bronsu
* [[Fuglafjarðar Svimjifelag]] - 5 gull, 5 silvur, 5 bronsu
* [[FLOT]] - 1 gull, 1 silvur, 1 bronsu
 
Húni Vestergaard (føddur 1999) úr SuSvim vann flest heiðursmerki: 8 gull og 4 silvur. 10 tey bestu vóru hesi:
 
*Húni Vestergaard úr SuSvim - 8 gull og 4 silvur
*Lív E. Ejdesgaard úr [[Havnar Svimjifelag]] - 7 gull og 1 silvur
*Óli Mortensen úr [[Havnar Svimjifelag]] - 7 gull og 1 silvur
*Hugin Næs Lave úr SuSvim - 6 gull og 4 silvur
*Rói Bech úr SuSvim - 6 gull og 3 silvur
*Pætur Leo úr SuSvim - 5 gull, 4 silvur og 3 bronsu
*Róland Toftum úr SuSvim - 5 gull, 3 silvur og 3 bronsu
*Victoria W. Eysturdal úr [[Ægir (svimjifelag)|Ægir]] - 5 gull, 2 silvur og 2 bronsu
*Sólrun Kjærbo úr SuSvim - 3 gull, 4 silvur og 2 bronsu
*Sigmund Mørkøre úr [[Ægir (svimjifelag)|Ægir]] - 3 gull og 2 silvur <ref>[http://www.svimjing.com/2011/02/06/story/urslit-fra-hs-stevnuni-5-februar-2011 Svimjing.com, Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011]</ref>
 
== Susvim vann flest FM heitið í 2010 ==