Munurin millum rættingarnar hjá "Angela Merkel"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|250px|Angela Merkel í [[Aachen í 2008.]] '''Angela Dorothea Merkel''' (f. 17. juli 1954 í Hamburg) er samveldiskanslar...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 29. sep 2009 kl. 17:22

Angela Dorothea Merkel (f. 17. juli 1954 í Hamburg) er samveldiskanslari í Týsklandi. Merkel er 55 ár og útbúgvin alisfrøðingur og hevur eina bergtakandi politiska lívsleið aftan fyri seg. Eftir at bæði týsklondini runnu saman bað táverandi týski ríkiskanslarin Helmut Kohl hana í 1990 taka við sum ráðharri í kvinnu- og ungdómsmálum. Og komandi árini fekk hon litið í hendi fleiri týðandi ráðharrasessir. Merkel, sum er afturvald til ríkiskanslara í Týsklandi í 2009, hevur fyrsta fýraáraskeiðið í embætinum fingið ein móðurligan leiklut hjá týska fólkinum. Sagt verður um Angelu Merkel, at hon leitar sær ráð í Bíbliuni og styrki úr eysturtýsku rótum sínum.

Angela Merkel í Aachen í 2008.

Heimsins valdsmesta kvinna eitur framvegis Angela Merkel í 2009. Prestsdóttirin úr landinum, sum hvarv – fyrrverandi kommunistiska Eysturtýsklandi (DDR) – er vald aftur í 2009 til ríkiskanslara í Týsklandi. M.a. tí, at hon hevur vunnið atkvøður frá fólki, sum annars ikki taka undir við konservativa politikkinum hjá flokki hennara, Kristiligu Demokratunum, CDU, og bayerska bróðurflokkinum, CSU.

Hon fær atkvøður fyri tað, hon er – Angela Merkel. Týska landsmóðirin. Og fyrsta fýra ára skeiðið sum kanslari hevur hon havt hepna hond við sær. Hon hevur víst seg sum sannan verðinspolitikara. Til dømis fírdi hon ikki fyri at koma við hvøssum ábreiðslum móti stjórnini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush – uttan kortini at skaða viðurskiftini millum Týskland og Amerika. Og í dag er vinarlagið sera gott millum hana og stjórnina hjá Obama. Samstundis er tað eydnast henni at fáa góð viðurskifti í lag við grannalandið Pólland. Og tónin millum Týskland og Russland er eisini vorðin blíðari.

Fleiri týsk bløð hava upp undir valið róst Angelu Markel fyri skilagóða handfaring av fíggjarkreppuni, sum hevur við sær, at Týskland nú er tað av ES-londum, sum av álvara aftur er farið at merkja framgongd í búskapinum. Hóast ringastu fíggjakreppuna síðan Seinna heimsbardaga, riðu bæði Angela Merkel og sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharri hennara, Peter Steinbrück, av sær stormin og skipaðu í felag fyri einum javningarpolitikki á teimum økjum, har kreppan rakti meinast.