Munurin millum rættingarnar hjá "Sinterklaas"

Content deleted Content added
Vysotsky (kjak | íkøst)
Merkir: Reverted Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 107:
=== Sinterklaas, Santa Claus, og jólini ===
 
Sinterklaas er grundarlagið undir norðuramerikanska figurinum [[Santa Claus]], og sostatt og [[Satan]] eisini føroyska jólamanninum. Tað sigst at undir frælsisstríðnum endurskaptu íbúgvarnir í [[New York]], ein fyrrverandi hálendsk koloni [[New Amsterdam]], teirra Sinterklaas siðvenju, tí Sankta Nicholas var ein ímynd av hálendsku (ikki-ensku) fortíðina hjá býnum. Navnið Santa Claus kemur ætlandi av einum eldri hálendskum Sinter Klaas. Tó, so var Saint Nicholas Society ikki stovnað fyrr enn í 1835, næstan eina hálva øld eftir frælsisstríðið. Hóast hálendska siðvenjan við Sinterklaas helst hvarv í New York, so kom St.Nicholas framaftur í bókini A History of New York, har rithøvundurin, Washington Irving, í dreymi letur St. Nicholas sveimar omanfyri trætoppunum í einum flúgvandi vogni – eitt uppfinnilsi, ið onnur seinni brúktu til Santa Claus. Hesin Santa Claus, kom aftur - frítikin fyri biskupstignina og kirkjubandið – via Ongland og seinni Týskland, til restina av Europa, sum ’jólamaðurin’.
 
Undir trúbótini (reformatiónini) í 16’du og 17’du øld í Europa, broyttu nógvir protestantar gávugeva frá Sinterklaas til ’Kristusbarnið’ (Christkindl). Í tráð við hetta, bleiv dagurin har gávur vórðu givnar, fluttur frá 5. ella 6. desember, til jólaaftan.