Munurin millum rættingarnar hjá "Hanus Samró"

Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Merkir: Reverted Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 5:
Hann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í [[Niðurlond]]um frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við [[Erasmus Universiteit Rotterdam]], men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við [[Fróðskaparsetur Føroya]].<ref>[http://www.in.fo/news-detail/news/yngsti-tingmadur-er-rithoevundur/ in.fo, Yngsti tingmaður er rithøvundur]</ref> Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í [[Gloucester (Massachusetts)|Gloucester]] uttanfyri [[Boston]] í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna ''MESS'' i 2009.<ref>[http://www.huxa.fo/?page_id=5 Huxa.fo]</ref>
 
Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár.<ref>[http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=71052 Kringvarp.fo]</ref> Í [[løgtingsvalið 2011|2011]] varð hann valdur inn á [[Føroya Løgting]] 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í [[Løgtingsins vinnunevnd]] og [[Løgtingsins trivnaðarnevnd]].
 
Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út [[Listi yvir føroyskar skaldsøgur|skaldsøguna]] ''Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður''.<ref>[http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewbog2&id=2306 Hnj.fo]</ref> Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið ''Hans Jensen'', og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, ''Ein dagføring'', ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook.<ref>[https://www.facebook.com/pages/Ein-dagf%C3%B8ring-spildurn%C3%BDggj-skalds%C3%B8ga/878494692183597?sk=info Facebook-síða um skaldsøguna Ein dagføring.]</ref>
 
== Útgivið ==