Schandorff Vang (føddur 17. apríl 1958) er føroyskur bogaskjútti og altjóða dómari innan somu ítróttargrein.

Altjóða dómari í bogaskjóting

rætta

Schandorff Vang tók dómaraprógv í 1996, og síðan hevur hann dømt innan bogaskjóting til altjóða kappingar. Hann hevur eitt nú dømt til Olympisku Leikirnir í Bejing í 2008, EM, HM, World Cup og Para lympisku leikirnir. Hann hevur eisini dømt á OL 2012 í London.[1]

Luttøka og heiðursmerki á Oyggjaleikum

rætta

Schandorff hevur fleiri ferðir luttikið á Oygjaleikunum fyri Føroyar innan bogaskjóting. Á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2011 luttók hann í 5 kappingum. Hann vann gull í Single FITA Compound Team og silvur í Compound Head to Head Team Knockout.[2] Í 2007 luttók hann í seks greinum innan bogaskjóting á Oyggjaleikunum á Rodos. Hann vann tá gull í Single FITA Compound Team og í Compound Head to Head Team Knockout og silvur í Single FITA Men's Compound.[3]

Keldur

rætta
  1. "Sportal.fo, Schandorff Vang til Olympisku Leikirnar". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-02-19. https://web.archive.org/web/20120219192912/http://sportal.fo/grein/schandorff_vang_til_olympisku_leikirnar. Heintað 2011-10-21. 
  2. Natwestiowresults2011
  3. Rhodesresults2007.com

Slóðir úteftir

rætta