Sara Blædel (fødd 6. august 1964) er ein donsk rithøvundur og journalistur. Hon er mest kend fyri sína røð av krimiskaldsøgum um kriminalassistentin Louise Rick[1] og vinkonu hennara, journalistin Camilla Lind.

Sara Blædel er fødd í Keypmannahavn og uppvaksin í Hvalsø. Hon er dóttir journalistin og Cavlingprísvinnaran Leif Blædel og sjónleikarinnuna Annegrethe Nissen. Hon kom í læru sum tænari sum 18 ára gomul og hevur grafiska útbúgving sum reprokopist. Hon hevur starvast sum grafiskur samskipari hjá forlagnum Gyldendal.

Blædel stovnaði í 1993 krimiforlagið Sara B. Í 1995 byrjaði hon at starvast sum journalist og hevði frá 2001 tilknýti til sjónvarp sum researchari, tilrættisleggjari og redaktiónschef fyri ymisk programm.

Hon útgav sína fyrstu bók í 2004 við krimiskaldsøguni Grønt støv. Hon fekk virðislønina Det Danske Kriminalakademis debutantpris fyri bókina.[2]. Seinni hevur hon vunnið fleiri virðislønir og hevur eitt nú vunnið Martha-virðislønina) fýra ferðir.[3]. Hon hevur móttikið starvsløn bæði frá Statens Kunstråd og Statens Kunstfond[4]. Bøkur hennara eru útgivnar í 33 londum.[5].

Hon fekk bókmentavirðislønina Boghandlernes Gyldne Laurbær í 2014 fyri skaldsøguna Kvinden de meldte savnet.[6]

Ordblindeforeningen heiðraði hana við Ordblindeprisen í 2015. Og í mars 2016 fekk hon ta nýstovnaðu virðislønina Krimimessens Publikumspris á Krimimessuni í Horsens.

Í 2008 skifti hon frá forlagnum Lindhardt og Ringhof til People's Press.

Útgivið rætta

  • Anne-Marie- dronning uden rige, 2000, um tað donsku prinsessu Anne-Marie.
  • Trods modvind – om at komme videre, 2002, seks samrøður við Hans Engell, Ritt Bjerregaard, Jarl Friis-Mikkelsen, Ditte Gråbøl, Mimi Jacobsen og Flemming Enevold.
  • Grønt støv, (skaldsøga), 2004
  • Kald mig prinsesse, (skaldsøga), 2005
  • Kun ét liv, (skaldsøga), 2007
  • Louise Rick - Drabsafdelingen (Samlet udgave af grønt støv og Kald mig prinsesse) (Louise Rick, #1, #2) 2007
  • Aldrig mere fri, (skaldsøga), 2008
  • Hævnens Gudinde, (skaldsøga), 2009
  • Dødsenglen, (skaldsøga), 2010
  • De Glemte Piger, (skaldsøga), 2011
  • Dødelig alvor, stuttsøgusavn til frama fyri Læknar uttan landamørk saman við eitt nú Leif Davidsen), (Blædel: Skagens Mørke), 2012
  • Dødesporet, (skaldsøga), 2013
  • Kvinden de meldte savnet, (skaldsøga), 2014
  • Bedemandens datter, 2016

Keldur rætta