Sandoyarmál
Sandoyarmál er málførið, ella málførini, sum talað verður í Sandoy og kann eisini fevna um málið í Skúvoy og Dímun. Júst sum at Sandoyinn liggur millum Streymoy og Suðuroy er eisini málið eitt stað ímillum við sínum egnum drøgum aftrat.
Sunnanfjørðsmál
rættaSandoyarmál og suðuroyarmál verða bæði flokkað saman sum sunnanfjørðsmál, sonevnt tí tey sunnanfyri Skopunarfjørð. Sunnanfjørðs er A fyri ng/nk enn framborið sum [a] meðan tað er vorðið [ɛ] norðanfjørðs eittnú er ganga, langur sagt við [a] og ikki [ɛ] sum norðanfjørðs. Sum í Nólsoy eisini er stutt Ó verður eisini borið fram eins og stutt O og Á [ɔ] og ikki sum stutt Ø [œ] norðanfjørðs. Altso er bóndi, fólk og stórt sagt sum "bondi", "folk" og "stort" og ikki sum "bøndi", "følk" og "størt" sum norðanfjørðs. <ógv> hevur tó enn [ɛ] sum norðanfjørðs og ikki [ɔ]-ljóð sum í Suðuroy. Eitt minni sermerki fyri málini sunnanfjørðs eru P, T, K við ongum atblástur aftaná langt sjálvljóð; við øðrum orðum ljóða tey sum B, D, G í orðum eins og eta, kaka og opin. Hetta er eisini kent norðanfjørðs men sunnanfjørðs er tað gjøgnumført. Sum norðanfjørðs eru sjálvljóð eisini langt fyri P, T, K + J/R/L í mun til í Suðuroy har lokaljóðini eru við ongum blástri og sjálvljóðið er stutt.
Suðuroy | Sandoy | Nólsoy | Norðanfjørðs annars | |
---|---|---|---|---|
ang/ank | [a] | [ɛ] | ||
stutt Ó | [ɔ] | [œ] | ||
ógv | [ɔ] | [ɛ] |
Langt Ó
rættaRundan um oyggin verður langt Ó framborið sum [ɔuː] sum væntað skuldi vera at soleiðis var eisini í sandoyarmáli, men so einfalt er ikki. Vestara helvtin av oynni og Skúvoy hevur nevnliga [œuː] sum longri norður í landinum og tann vestara helvtin sigur sum "grannamálini" [ɔuː]. Neyvari er [œuː] framburðurin í Skopun, heima á Sandi, á Skarvanesi og í Skúvoy, meðan [ɔuː] er framburðurin í Skálavík, Húsavík og Dali sum longri suðureftir og í Suðurstreymoy.[1]
Fornøvn
rættaEins og í suðuroyarmálinum er stutt K í orðunum okum og tykum (norðanfjørðs okkum og tykkum) og tíðliga hava teir fornir formarnir okur og tykur eisini verið brúktir. Teir munnu helst hava verið brúkt í hvønnfalli.[2] Í mun til suðuroyarmálið hevur sandoyarmálið tó enn varðveitt hvørfalsformarnar vit og tit. Skipanin líkist so meiri teirri norðanfjørðs men ljóðar meira sum Suðuroy.
fall | Suðuroy | Sandoy | Annars |
---|---|---|---|
hvrf. | okur, tykur
[oːg̊ʊɹ], [tʰiːg̊ʊɹ] |
vit, tit | |
hvnf. | okum, tykum[a]
[oːg̊ʊn], [tʰiːg̊ʊn] |
okum, tykum
[oːg̊ʊn], [tʰiːg̊ʊn] |
okkum, tykkum |
hvmf. | |||
hvsf. | okra, tykra
[ɔg̊ɹa], [tʰɪg̊ɹa] |
ok(a)ra, tyk(a)ra
[oːg̊(a)ɹa], [tʰiːg̊(a)ɹa] |
okkara, tykkara |
Viðmerkingar:
- ↑ Í sunnastu bygdini Sumba verða bara okur og tykur brúkt
Onnur drøg
rættaNorðanfjørðs verður -(s)t næstan altíð koyrt aftan á sagnorðum í 2. persóni, eintali tá ið tey eru eitt stavilsi. Hetta eftirfestið verður aldrin brúkt á sandoyarmáli og soleiðis sigst "tú fer, tú kom, tú fær, tú kann". Á suðuroyarmálið verður eftirfestið heldur ikki brúkt tá ið sagnorðið kemur framfyri, men er sagnorðið fyri tú, verður -(s)t alíkavæl skoytt ímillum. Suðuroyingar siga altso "fert tú, komst tú, fært tú, kanst tú, ...", meðan sandoyingar eisini her bara siga "fer tú, kom tú, fær tú, kann tú". Ein orsøk til tess kann vera at R-ið kann vera so veikt í sandoyarmálið at tað dettur burtur.[1]
Eitt nýggjari drag viðvíkir endingarsjálvljóðini I og U sum í nógvum føroyskum málum eru um at renna saman. Í útljóði eru -i og -u nokkso vanliga fallin saman nú í Føroyum og eitt sovorðið samanfall er funnið í Skopun í Sandoy og er helst meira útbreitt enn tað. Endingarnar -ir og -ur eru ikki heilt fallin saman sum í Suðurstreymoy og Suðuroy, men býtið av endingunum fylgir heldur ikki heilt skriftmálinum. Ymiskar orðaflokkar hava fingið ymiskt býti av endingunum og greiðast er at síggja tað í eini talvu.
Slag | Ending í Sandoy | Dømi á skriftmáli |
---|---|---|
-ur sum hvørfalsending í kallkyni, eintali | -ur | maður, hestur, bláur, grønur, gjørdu |
skyldskapsorðini | -ur | móðir/móður, bróðir/bróður, systir/systur, ... |
fleirtalsending av navnorðum í -ir og -ur | -ir | gentur, vikur, konur, ...; bøkur, føtur, hendur, ...; bygdir, ferðir, ... |
hjáorð og fyrisetingar | -ur | eftir, undir, yvir, ...; aftur, vestur, burtur, ... |
nútiðarending av sagnorðum í -ir og -ur | -ur | velur, selur, setur, ...; sendir, víkir, ...; bítur, kemur, brýtur |
Henda skipanin er nú vanlig uttanfyri samanfalsøkini og býtið er í vágamálinum nógv tað sama.[3]
Eldri drøg
rættaÍ Færøsk Anthologi eftir V. U. Hammershaimb stendur at summi sandoyingar í eystara parti av oynni enn søgdu -um við einum m-ljóði og ikki -un sum aðrastaðni. Hetta skal vera grundin til hann valdi at skriva -um og ikki -un og tí vit enn skriva so í dag. Her stendur eisini at Ø-ljóðið í Skúvoy ljóðaði næstan sum E men tó ikki heilt líkt.[4] Hetta fyribrigið var kanska meira útbreitt tí kent er at sandoyingar ikki dugdu heilt at skilja Ø frá E og nógv dømi er um E fyri Ø t.d. í Sandoyarbókini eftir Jóannes í Króki.
Keldutilfar
rætta- ↑ 1.0 1.1 Poulsen, Jóhan Hendrik W. (1994-01-01). "Sandoyarmál - leysligar hugleiðingar". Fróðskaparrit. ISSN 0367-1704.
- ↑ 2.0 2.1 Weyhe, Eivind (1996-01-01). "Bendingamunur í føroyskum málførum". Íslenskt mál og almenn málfræði. ISSN 0256-842X. Retrieved 2024-06-12.
- ↑ Hagström, B. (1967). Ändelsesvokalerna i färöiskan. Almqvist & Wiksell.
- ↑ Hammershaimb, V.U. (1891). Færøsk Anthologi: I Tekst. Møller & Thomsen.