Eitt sambandsríki ella samveldisríki er, at londini eru skift sundur í fleiri ríki. Hesi ríki hava egið lóggávuvald og senda umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. USA, Týskland, Russland, Sveis, Brasil, Avstralia og Kanada eru dømi um sambandsríki. Tá hava einstøku landslutirnir hvør sína stjórn, og har kann verða lóggivið á ávísum økjum. Eitt nú kann vera loyvt at koyra bil 16 ára gamal í einum landsluti, men tú skalt vera 18 ára gamal í einum øðrum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru t.d. ríkisløgregla, vegakervi, útbúgving, íbúðarmál og sjúkrahúsfyrisiting. Harumframt er ein sambandsstjórn, sum ger tær lógir, ið galda skulu um alt sambandsríkið. Felagsmál, sum sambandsstjórin í USA ræður fyri, eru t.d. verjumál, uttanríkispolitikkur, tjóðargarðar, gjaldoyra og heilsuverk. Onkuntíð er ósemja ímillum summi ríki og sambandstingið. Í Quebec í Kanada, har fólkið talar franskt, hevur til dømis sterk tjóðskaparrørsla tikið seg upp. 



  Eindarríki
  Samveldisríki

Myndarøð

rætta