Sagrada Família
Sagrada Família er kirkja í Barcelona í Katelónia, Spania. Kirkjan í Barcelona er millum heimsins kendastu kirkjur, hetta hóast hon ikki er liðug enn. Hon hevur verið í gerð í 125 ár. Kendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudí (25. juni 1852 – 10. juni 1926), teknaði kirkjuna, og byggingin byrjaði í 1883. Gaudí doyði í 1926, og fleiri av fremstu innan sponsku mentanarelituna halda, at byggingin skuldi verið steðgað longu tá. Seinastu metingarnar siga, at kirkjan kann verða liðug í 2030.
Ein bólkur við 400 limum úr sponsku mentanarelituni krevur nú, at steðgast skal beinanvegin, tí nógvar broytingar eru framdar, sum sambært teimum ikki eru í tráð við andan hjá Gaudí. Antoni Gaudí tók ætlanir sínar við í grøvina, tá hann í 1926 varð yvirkoyrdur av einum sporvogni og læt lív 74 ára gamal. Síðan hava aðrir arkitektar strevast við at fullføra verkið, men hetta hevur ikki verið lætt, tí Gaudí broytti fleiri ferðir ætlanir sínar. Eisini oyðiløgdu anarkistarnir tekningar undir borgarakrígnum í 30-unum, so arkitektar nú arbeiða við endurskapanum av uppruna tekningunum.
Útvortis ávísing
rættaKelda
rætta- Times Online Archived 2009-05-08 at the Wayback Machine