Súni Olsen (føddur 7. mars 1981) er ein føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum í løtuni (2012) spælir við B36 og á føroyska A-landsliðnum.

Súni Olsen í 2012

Lívsleið innan fótbólt rætta

Á ungdómsárum spældi hann við GÍ. Í 2001-02 spældi hann við Niðurlendska PEC Zwolle. Frá 2002 til 2005 spældi hann aftur við GÍ. Frá 2005 til 2007 spældi hann við danska felagnum AaB. Í 2008 spældi hann fyrst við Viborg FF og síðan við B36. Í 2009-2010 spældi hann við Víkingi. Síðan 2011 hevur hann spælt við B36. Hann hevur til nú (12. sep. 2012) spælt 46 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað 4 (?) mál fyri landsliðið (Football.fo sigur 3 mál, enska Wikipedia sigur 4 mál).[1]

Altjóða mál rætta

# Dagur Vøllur Mótstøðulið Stig Úrslit Kapping
1 10. september 2003 Svangaskarð, Toftir   Litava 1-1 1-3 UEFA Euro 2004 innleiðandi
2 4. juni 2008 A. Le Coq Arena, Tallinn, Estland   Estland 3-3 3-4 Vinardystur
3 22. mars 2009 Kópavogur, Ísland   Ísland 1-0 2-1 Vinardystur
4 9. september 2009 Svangaskarð, Toftir   Litava 1-0 2-1 2010 FIFA World Cup innleiðandi

Keldur rætta

  1. "Football.fo, Landsliðsleikarar 1988 - 2012". http://football.fo/Default.aspx?ID=151. Heintað 2012-09-12.