Søren Henrik Theodor Sørensen
Søren Henrik Theodor Sørensen (Theodor Sørensen) (føddur 23. august 1849 í prestagarðinum í Todnesi á Sandi, deyður 15. mai 1929 á Frederiksberg) var ein føroyskur prestur og próstur.[1] Hann var sonur Hans Jørgen Jacob Sørensen prest og Dortheu Claudina Mundine Schow. Abbin, Søren Sørensen, var prestur í Norðoyggjum.
Søren Henrik Theodor Sørensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 23. aug 1849 í/á Sandur |
Andaðist | 15. mai 1929 í/á Frederiksberg |
Starv | prestur, politikari |
Trúgv | Lutheranisma |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Theodor Sørensen (priest) |
Theodor Sørensen var sóknarprestur í Kvívík frá 1875 til 1878 og prestur á Nesi í Eysturoy frá 12. juli 1878 til 8. oktober 1884 (próstur frá 30. august 1878). Hann fór síðan til Danmarkar, har hann bleiv sóknarprestur fyri Skanderborg, Skanderup og Stilling tann 8. oktober 1884.
Theodor var ein av teimum sum í 1877 fingu blaðfyritøkuna Dimmalætting í lag. Eisini stovnaði hann, saman við læknanum E. Madsen, avhaldsfelagið Torshavn afholdsforening tann 20.10.1878, tað elsta avhaldsfelagið í danska ríkinum.