Roger Federer
tennisleikari úr Sveis
Roger Federer (Týskt: Roger Federer), (føddur 8. august 1981 í Basel) er ein tennisleikari úr Sveis. Hann hevur eitt nú vunnið 17 Grand Slam heiti. Hin 2. februar 2004 gjørdist hann nummar eitt á ATP Tour.[1] Federer verður av nógvum hildin at vera hin besti tennisleikarin síðan Pete Sampras, og hann var nummar 1 á heimsranglistanum í 237 vikur á rað, sum er met, til hann í august 2009 bleiv yvirhálaður av Rafael Nadal.
Federer hevur fýra ferðir luttikið á Olympisku leikunum, hann luttók á Summar-OL 2000, á Summar-OL 2004, Summar-OL 2008 og Summar-OL 2012. Hann vann eitt silvur heiðursmerki á Summar-OL 2012 í einmannsleiki og gull í tvímansleiki á Summar-OL 2008 .