Reyðkollur (frøðiheiti - Carduelis flammea) er heldur minni enn steinstólpa. Á sumri er hann grásprøklutur á kápuni, hvítur við gráum strikum í neðra; veingirnir eru dimmir við hvítari rond; skallin er glitrandi reyður; steggin er eisini reyður á bringuni og drunninum. Um veturin er bøgan brúnlig, har sum hon var hvít, og oman á skallanum. Hann eigur í Norðanlondum, eitt nú Íslandi og Noregi. Um veturin flytur hann seg suður, men summir verða eftir, og í kava leita teir at húsum eftir føði. Hann er sera spakur fuglur. Í Føroyum síggjast teir stundum, mest vár og heyst; hent seg hevur, at teir hava klakt og fingið ungar.