Rannvá Djurhuus Carlsson
Føroyskur badmintonleikari
(Ávíst frá Rannvá Carlsson)
Rannvá Djurhuus Carlsson (fødd 23. mai 1995) er ein føroysk ítróttakvinna, badmintonleikari og fótbóltsspælari. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2013 á Bermuda. Í fótbólti hevur hon spælt nakrar dystir fyri føroyska U17 landsliðið. Tað er tó badminton, hon er mest kend fyri.
Rannvá Djurhuus Carlsson | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 23. mai 1995 |
Starv | badminton player, fótbóltsleikari |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti |
Lívsleið innan ítrótt rætta
Oyggjaleikir 2017 rætta
Rannvá luttók innan badminton á Oyggjaleikum 2017 fyri Føroyar.
- Bronsu í badminton í einmansleiki hjá kvinnum
- Bronsu í badminton í blandaðum tvímansleiki saman við Niklas Eysturoy.[1]
Oyggjaleikir 2015 rætta
Rannvá luttók innan badminton á Oyggjaleikum 2015 fyri Føroyar.
- Gull í badminton í einmansleiki hjá kvinnum
- Silvur í badminton, liðkapping, saman við Benjamin Gunnarstein, Niclas H. Eysturoy, Aksel Eli Poulsen og Brynhild Djurhuus Carlsson
- Bronsu í badminton í tvímansleiki hjá kvinnum
Oyggjaleikir 2013 rætta
- Gull í badminton í blandaðum tvímansleiki - saman við Niclas Eysturoy[2]
- Silvur í badminton, tvímansleiki hjá kvinnum - saman við systrini Brynhild Carlsson, tær vunnu semifinaluna 2-1 móti Guernsey og taptu 0-2 í finaluni móti Isle of Man
- Bronsu í badminton, einmansleiki hjá kvinnum
Føroyameistari rætta
- 2015 - Gull í einmansleiki, kvinnur[3]
- 2014 - Gull í einmansleiki, kvinnur
- 2013 - Gull í einmansleiki, kvinnur[4]
- 2013 - Gull í tvímansleiki, kvinnur, saman við Brynhild D. Carlsson
- 2013 - Gull í blandaðum tvímansleiki saman við Aksel Poulsen
- 2012 - Gull í einmansleiki, kvinnur[5]
- 2012 - Gull í tvímansleiki, kvinnur
- 2012 - Gull í blandaðum tvímansleiki saman við Aksel Poulsen
- 2010 - Gull í einmansleiki, kvinnur
- 2009 - Gull í blandaðum tvímansleiki
Keldur rætta
- ↑ islandgames2017results.com - Badminton - Mixed Doubles
- ↑ Natwestislandgames2013results.com
- ↑ in.fo - Her er beinleiðis frásøgnin frá Kontrast FM Archived 2015-09-24 at the Wayback Machine, skrivað hevur Neli Heldarskarð 11.04.2015 (15:50)
- ↑ Bsf.fo, FM 2013
- ↑ Bsf.fo, FM 2012