Brynhild Djurhuus Carlsson

(Ávíst frá Brynhild Carlsson)

Brynhild Djurhuus Carlsson (fødd 28. februar 1991) er ein føroyskur badmintonleikari. Í 2013 luttók hon fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2013 á Bermuda saman við systrini Rannvá Djurhuus Carlsson. Tær báðar vunnu silvur í tvímansleiki. Brynhild vann eisini eitt bronsuheiðursmerki í liðkappingini, har oyggjalandslið kappaðust móti hvør øðrum.[1]

Brynhild Djurhuus Carlsson
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. feb 1991
Starv badminton player
Mál danskt mál
Dátuheiti

Oyggjaleikir rætta

Oyggjaleikir 2013 rætta

  • Silvur í tvímansleiki saman við Rannvá Djurhuus Carlsson
  • Bronsu í liðkapping saman við fleiri øðrum føroyskum leikarum

Føroyameistari rætta

  • 2013 - Gull í tvímansleiki saman við Rannvá Djurhuus Carlsson
  • 2013 - Silvur í einmansleiki, kvinnur
  • 2007 - Gull í tvímansleiki saman við Guðri Poulsen
  • 2006 - Gull í tvímansleiki saman við Guðri Poulsen
  • 2005 - Gull í blandaðum tvímansleiki saman við Aksel Poulsen

Keldur rætta

  1. Natwestislandgames2013.com, Competitor Details - Brynhild Djurhuus Carlsson