Rúnakvæði
Rúnakvæði eru trý kvæði frá miðøldini, ið greiða frá nøvnunum hjá rúnunum á fornenskum, norskum og íslenskum.
Tey íslensku og norsku rúnakvæðini innihalda 16 rúnir frá teimum yngri rúnarøðunum og fornenska rúnakvæðið inneheldur 26 rúnir frá tí fornenska rúnaraðnum. Fornenska kvæðið er sannlíkt skrivað í 10. øld men kan vera eldri. Norska kvæðið er sannlíkt frá 13. øld og tað íslenska frá 15. øld. Kvæðini eru ólík, men í øllum kvæðunum eru bæði heiðnar og kristnar kenningar. Umframt hesi trý kvæðini er rúnalisti skrivaður í 9. øld, ið er nevndur Abecedarium Nordmannicum.
Lutverkið hjá rúnakvæðunum er óvisst, men trúliga vóru tey áminningarramsur fyri att kunna minnast raðið og nøvnini hjá rúnunum.
Íslenska rúnakvæðið
rætta# | rún | navn | Forníslenskt | Føroyskt |
---|---|---|---|---|
1 | ᚠ | Fé | Fé er frænda róg |
Fæ er klandurin hjá frændunum |
2 | ᚢ | Úr | Úr er skýja grátr |
Regn er gráturin hjá skýggjunum |
3 | ᚦ | Þurs | Þurs er kvenna kvöl |
Tussi er kvølin hja kvinnunum |
4 | ᚬ | Óss | Óss er algingautr |
Ásur er Algingautur |
5 | ᚱ | Reið | Reið er sitjandi sæla |
Reið er sælan hjá reiðmonnunum |
6 | ᚴ | Kaun | Kaun er barna böl |
Sár er óhappið hjá børnunum |
7 | ᚼ | Hagall | Hagall er kaldakorn |
Hagl er kalt korn |
8 | ᚾ | Nauð | Nauð er Þýjar þrá |
Neyð er tráið hjá trælkonunum |
9 | ᛁ | Íss | Íss er árbörkr |
Ísur er børkurin hjá áunum |
10 | ᛅ | Ár | Ár er gumna góði |
Yvirflóð er vælsignilsið hjá menniskjunum |
11 | ᛋ | Sól | Sól er skýja skjöldr |
Sól er skjøldurin hjá skýggjunum |
12 | ᛏ | Týr | Týr er einhendr áss |
Týr er ásur við einum hondum |
13 | ᛒ | Bjarkan | Bjarkan er laufgat lim |
Bjørk er leyvmikil kvistur |
14 | ᛘ | Maðr | Maðr er manns gaman |
Maður er gamanið hjá manninum |
15 | ᛚ | Lögr | Lögr er vellanda vatn |
Løgur er vellanda vatn |
16 | ᛦ | Ýr | Ýr er bendr bogi |
Takstræ er bendur bogi |