Protein
Proteinir ella eggjahvítaevni eru stór lívrunnin mýl samansett av 20 ymiskum aminosýrum í einari linjurættari røð, samanbundnar við peptidbindingum. Tey flestu proteinini eru kveikar.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/60/Myoglobin.png/200px-Myoglobin.png)
Proteinir eru ein grundleggjandi partur av øllum livandi verum. Vit fáa proteinir inn við kostinum og tey verða niðurbrotin til tær einstaku aminosýrurnar í maganum. Síðani byggir kroppurin nýggj proteinir frá aminosýrunum.
Uppskriftin til tey ymisku proteinini er goymd í arvfrøðiligu leiðbeiningini (DNA).