Charles III (Charles Philip Arthur George; føddur 14. november 1948 á Buckingham slottinum í London) er kongur í bretska kongsríkinum síðan 8. september 2022[1][2], tá hann tók við krúnuni eftir deyða móður sínar. Hann er tann trónarvingurin, sum hevur bíðað longst eftir at gerast kongur í Stórabretlandi.[3] Charles er elsti sonur Elisabeth drotning og Philip prins.

Charles krúnprinsur í 2021.

Charles var giftur við Dianu prinsessu frá 1981 til 1996. Saman fingu tey tveir synir, William prins (f. 1982) og Harry prins (f. 1984). Síðan 2005 er Charles giftur við Camillu Parker Bowles.[2]

Charles hin triði er kongur av tí Sameinda Kongsríkinum og 14 øðrum londum (Commonwealth Realms), herundir Kanada, Avstralia og Nýsæland.

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. Drotning Elizabeth er deyð, dimma.fo, 8. september 2022
  2. 2.0 2.1 Queen Elizabeth II, longest-reigning British monarch, dead at 96, foxnews.com, 8. september 2022
  3. Charles III er kongur, dagur.fo, 9. september 2022