Partafelagslóg
Partafelagslóg er ein kategori av løgfrøði ið hevur við partafeløg at gera, eisini nevnt vinnurættur.
Í vinnurætti verður skilt ímillum
- likamligar persónar
- løgfrøðiligar persónar
Feløg hjá likamligum persónum verða nevnd persónsfeløg. Likamligir persónar hefta fyri alla skyldur felagsins persónliga við øllum, ið teir eiga.
Vinnufeløg eru løgfrøðiligir persónar, har eigararnir antin eru likamligir persónar ella løgfrøðiligir persónar. Løgfrøðiligir persónar hefta einans fyri skyldur felagsins við tí, sum er skotið inn í felagið.
Heftan er løgfrøðiliga heitið fyri fíggjarligar skyldur ella krøv, sum ein skuldari kann hava mótvegis einum likamligum ella løgfrøðiligum persóni.
Har eru greinsur til hvussu eitt partafelag kann marknaðarføra sínar vørur, hettar verur lýst sum Marknaðarføringarlóg
Tann einfaldasti hátturin at fara í holt við at reka vinnuligt virksemi er at stovna eitt einstaklingavirki. Eitt einstaklingavirki er tengt at eigaranum, ið hevur persónliga ábyrd av øllum skyldum hjá virkinum. Tann persónliga ábyrgdin hevur við sær, at eigarin heftir við øllum, hann eigur. Heldur virkið ikki sínar skyldur, kunnu kravánarar fara eftir øllum ognum hjá bæði virki og eigara, og eigarin kann missa alt, um virkið fer á húsagang.
Eitt einstaklingavirki hevur bara ein eigara. Eingin kapitalur krevst til at seta eitt einstaklingvirki á stovn, og tí er tað lætt at fara undir vinnuligt virksemi á hendan hátt.
Eitt íognarfelag minnir um einstaklingavirki, tí íognarfelagið er eisini knýtt at eigaranum. Í einum íognarfelag, eru tó tveir ella fleiri eigarar, og teir kunnu vera privatpersónar ella løgfrøðiligir persónar.
Hvør eigari ábyrgdast persónliga og solidariskt fyri skuldina hjá virkinum. At eigararnir ábyrgdast persónliga merkir, at teir ábyrgdast við øllum, ið teir eiga, og at teir ábyrgdast solidariskt merkir, at hvør einstakur eigari hevur ábyrgd av allari skuldini hjá virkinum, har ognarin av skuldini ger av, hvørjum hann setir skuldarkravið ímóti. Hann kann krevja skuldina frá felagnum ella eigarunum, og hann kann eisini krevja, at bara ein av eigarunum skal gjalda skuldina.
Tað er ikki neyðugt at hava kapital fyri at seta eitt íognarfelag á stovn. Hevur íognarfelagið einki kapitalgrundarlag, mugu eigararnir leggja út fyri felagið.
Stovnanin av einum íognarfelag kann fara fram munnliga og skrivliga. Tað kann vera ein fyrimunur, at felagið er stovnað á skrivligum grundarlagi, um partarnir seinni verða ósamdir um okkurt í sambandi við stovnanina. Partarnir kunnu skriva eina avtalu um, hvussu samstarvið í íognarfelagnum skal fara fram.
Tað er ikki lógarásett, at eitt íognarfelag skal hava eina beinleiðis leiðslu. Tískil er tað upp til eigararnar í felagnum at gera av, um felagið skal hava eina leiðslu, og hvussu hon skal skipast.
Ein lutaeigari í einum íognarfelag kann fara úr felagnum við hóskandi fráboðan. Tá ið lutaeigarin er farin úr felagnum, heftir hann einans fyri skuld, ið felagið hevði, áðrenn hann fór úr felagnum.
Samløgufelag
rættaEitt samløgufelag er eitt felag við tveimum ella fleiri eigarum, ið taka lut í rakstrinum við ymiskum treytum og hefta ymiskt í mun til skuldina hjá felagnum.
Eigararnir í einum samløgufelagi fevna um ábyrgdaðar íognarar og óábyrgdaðar íognarar. Tað er eitt krav, at minst ein partur í felagnum heftir persónliga fyri alla skuldina hjá felagnum. Tann, ið heftir persónliga, verður nevndur ábyrgdaður íognari. Ábyrgdaði íognarin kann vera ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur. Eru fleiri persónar ábyrgdaðir íognarar í samløgufelagnum, hefta teir solidariskt, og ognarin av skuldini kann rætta eitt skuldarkrav móti øllum ábyrgdaðum íognarum ella bara einum ábyrgdaðum íognara. Hinir partarnir í felagnum, ið hefta avmarkað, verða nevndir óábyrgdaðir íognarar. Teir hefta bara við tí upphædd, sum teir hava skotið inn í felagið. Ein ognari av skuldini kann ikki rætta eitt skuldarkrav móti persónligu ognunum hjá einum óábyrgdaðum íognara.
Viðurskiftini millum ábyrgdaðar og óábyrgdaðar íognarar verða skrásett í viðtøkunum hjá felagnum.
Partafeløg skulu hava ein minsta felagskapital áljóðandi 500.000 kr.
Partafeløg skulu brúka heitið partafelag ella styttingina P/F í sínum vinnuheiti. Navnið skal týðiliga líkjast frá øðrum nøvnum á feløgum, ið eru skrásett hjá Skráseting Føroya. Í navninum mugu ikki vera nøvn, sum felagið ikki hevur rætt til, t.d. ættarnøvn, serligt navn á fastari ogn, vørumerki og handilssermerki.
Smápartafeløg skulu hava ein minsta felagskapital áljóðandi 50.000 kr.
Eitt smápartafelag skal nýta heitið smápartafelag ella Sp/F í sínum vinnuheiti.[1]
Íverksetarafeløg skulu hava ein minsta felagskapital áljóðandi 1 kr., og tí kann eitt íverksetarafelag setast á stovn við einum felagskapitali á 1 kr. og har uppyvir.
Íverksetarafeløg skulu nýta heitið íverksetarafelag ella ÍVF í sínum vinnuheiti.[2]
Stýrið
rættaOvasti myndugleikin í einum vinnufelag eru eigararnir, sum hittast til aðalfund ella á annan hátt. Rætturin hjá eigarunum at taka avgerðir í felagnum verður útintur á aðalfundinum.
Øll, sum eiga ein part í felagnum, hava rætt at møta á aðalfundinum og rætt at taka orðið.
Á aðalfundinum verður ársfrásøgnin løgd fram, og avgerðir verða tiknar um:
- góðkenning av ársfrásøgn
- hvussu yvirskot skal nýtast ella svarast skal fyri undirskoti
- møguligar broytingar um grannskoðan av komandi ársroknskapi
- onnur mál, sum eftir viðtøkunum hjá felagnum eru løgd fyri aðalfundin
Allir partaeigarar hava rætt til at fáa eitt evni sett á dagsskránna á aðalfundinum. Eigarar í partafeløgum skulu tó seta skrivligt krav fyri høvuðleiðsluni at taka upp eitt evni á aðalfundinum í seinasta lagi seks vikur, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Verður kravið sent seinni enn seks vikur undan aðalfundinum, ger høvuðsleiðslan av, um evnið kann verða sett á dagsskránna til aðalfundin.
Er einki ásett í viðtøkunum, verður ein fundarstjóri valdur. Fundarstjórin skal stýra aðalfundinum og tryggja, at fundurin verður hildin á ein ábyrgdarfullan og hóskandi hátt. Í hesum sambandi hevur fundarstjórin heilmild at leggja til rættis orðaskifti, at snikka til atkvøðuevni, at gera av, nær orðaskiftið er endað, at stytta framløgur og at burturvísa luttakarar frá aðalfundinum.
Tað eru eigararnir, ið velja leiðsluna hjá felagnum, og hon verður vald á aðalfundinum. Vinnufelagið kann velja ímillum tveir leiðslubygnaðir:
- Ein leiðslubygnað, har leiðslan er ein nevnd, sum stendur fyri yvirskipaðu og stategisku leiðsluni. Til at standa fyri dagligu leiðsluni skal nevndin seta eina stjórn við einum ella fleiri persónum. Í partafeløgum skal meirilutin av nevndarlimunum vera persónar, sum ikki eru stjórar í felagnum. Ein stjóri í einum partafelag kann ikki vera formaður ella næstformaður í nevndini.
- Ein leiðslubygnað, har leiðslan í felagnum er ein stjórn. Í partafeløgum skal aftur at stjórnini vera eitt eftirlitsráð, ið hevur umsjón við stjórnini. Ein stjórnarlimur kann ikki vera limur í eftirlitsráðnum.
Í partafeløgum skulu minst tríggir persónar sita í nevndini ella í eftirlitsráðnum.
Kapitalur
rættaApportinnskot
rættaInnskot í parta- og smápartafeløg kann vera skotið inn í felagið við øðrum virðum enn reiðum peningi (apportinnskot). Hetta skal hava eitt fíggjarligt virði og kann ikki verða ein skylda at arbeiða fyri felagið ella at lata eina tænastuveiting. Er tað so, at felagið verður stovnað við apportinnskoti, skulu stovnararnir senda Skráseting Føroya eina metingarfrágreiðing, sum er gjørd av óheftum góðkendum grannskoðara.