Marknaðarføringarlóg
Marknaðarføringarlóg er løgfrøðis høpi sum tosar um lógir innan marknaðarføring.
Í 2009 setti Løgtingið á stovn Brúkaraumboðið og ásetti karmarnar við lóg um marknaðarføring. Undan hesum vóru ongar lógarásetingar í Føroyum um marknaðarførslu. Tá ið vinnulívið mentist, og møguleikarnir fyri at marknaðarføra seg gjørdust lættari og bíligari, var tørvur á meira skipaðum viðurskiftum á økinum.
Brúkaraumboðið er sjálvstøðugur myndugleiki og stovnur, ið er undir Vinnumálaráðnum. Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at lógin um marknaðarførslu verður hildin. Lógin um marknaðarførslu ásetir minstukrøv, hvussu vinnurekandi kunnu bera seg at við marknaðarføring, og lógin leggur soleiðis støðið fyri atferðini á marknaðinum. Brúkaraumboðið tekur tó ikki avgerð í málum eftir keypilógini, t.d. um brek er við keyptum vørum.
Brúkaraumboðið kann taka mál upp av sínum eintingum ella eftir áheitan. Brúkaraumboðið raðfestir arbeiðið eftir avgerðum og rákum í samfelagnum.
Marknaðarføringslógin er galdandi fyri privat vinnuvirksemi, alment virksemi og vinnuvirksemi hjá áhugafeløgum og felagsskapum, tá ið hesi bjóða vørur og tænastur. Lógin er ikki galdandi fyri banka- og tryggingarvirksemi.
Grein 1 í lógini staðfestir, at øll, ið eru fevnd av lógini, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, onnur vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál. Endamálið við ásetingini, er at tryggja, at marknaðarføring verður framd á ein hóskandi og rímiligan hátt.
Lógin tekur ikki støðu til, hvørji atlit skulu viga tyngst. Meginreglan er, at brúkarin, onnur vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál eru javnsett. Men Brúkaraumboðið kann meta um, hvørji atlit skulu takast í hvørjum einstøkum máli.[1]
Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella at goyma týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til at reingja atferðina hjá brúkarum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
Marknaðarføring, sum hevur villleiðandi innihald, form ella framferðarhátt, er ikki loyvd. Tað er eisini galdandi fyri ágangandi ella villleiðandi marknaðarføring, sum ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt.
Við ásetingini kann Brúkaraumboðið krevja skjalprógv fyri, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.
Endamálið við ásetingini um villleiðandi marknaðarførslu er at verja brúkarar og onnur vinnurekandi ímóti skeivum, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðum upplýsingum.
Ásetingin umfatar bara gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.
Ásetingin í stk. 1 í § 6 er eitt heildarforboð ímóti óumbidnum elektroniskum áheitanum. Slíkar áheitanir verða eisini nevndar beinleiðis marknaðarførsla ella direct marketing
. Forboðið verður linkað í stk. 2, soleiðis at ein vinnurekandi, sum í sambandi við eina sølu hevur fingið teldupostbústaðin hjá kundanum, kann við ávísum treytum marknaðarføra vørur og tænastur, ið samsvara við tær vørur og tænastur, sum kundin áður hevur keypt.
Endamálið við ásetingini er, at brúkarar skjótt og ómakaleyst kunnu síggja endaliga prísin á vørum og tænastum. Í serligum førum, har tað ikki ber til at lata endaliga prísin fyri eina vøru ella tænastu, skal brúkarin fáa kunning, sum ger hann føran fyri sjálvur at rokna endaliga prísin út. Reglurnar styrkja prískappingina, tí tær gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum í sama vørubólki hjá fleiri vinnurekandi.
Við ásetingini verða vinnuloynidómar vardir hjá fyritøkuni. Ásetingin kann verða nýtt saman við § 1 um góða marknaðarførslu fyri at verja marknaðarstøðuna hjá einari fyritøku.
Verjan fevnir m.a. um serkunnleika, framleiðsluviðurskifti, granskingarúrslit, kunnleika til kundakartotek og marknaðargreiningar.
Tann persónsskarin, ið er fevndur av ásetingini, eru fólk, sum kenna fyritøkuna innanífrá. Forboðið stendur við til trý ár eftir, at starvssetanin ella samstarvið er endað.
Endamálið við ásetingini er at tryggja eina revsirættarliga vernd ímóti misnýtslu av vinnuloynidómum hjá fyritøkum.
Hevur ein vinnurekandi brotið ásetingarnar í marknaðarføringslógini til skaða fyri ein annan, kann viðkomandi fáa endurgjald eftir endurgjaldsreglunum. Eftir ásetingini er gjørligt at fáa endurgjald, sum samsvarar við tær búskaparligu avleiðingar, sum ólógliga gerðin hjá einum kappingarneyta kann føra við sær.
Ofta er tað torført at skjalprógva tapið, og tí er eisini møguleiki at krevja samsýning fyri eitt nú marknaðarórógv, har tann, sum ger seg inn á ella av órøttum misnýtir rættindini hjá øðrum, skal rinda eitt hóskandi gjald fyri brotið.