Paralympiskir Leikir
Paralympisku Leikirnir er ein stór altjóða ítróttarstevna fyri ítróttarfólk við kroppsligum ella sálarligum breki. Síðan Olympisku Leikirnir vóru hildnir í Soul í Suðurkorea í 1988 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir í sama býi og beint eftir teir Olympisku Leikirnir. Í 2012 verða leikirnir hildnir í London í september, har Olympisku Leikirnir fyri frísk ítóttarfólk vóru hildnir í London í juli og august. Allir Palalympiskir Leikir verða fyriskipaðir av Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committe, stytt IPC). Paralympisku Leikirnir hava ment seg frá at vera ein lítil ítróttarstevna, sum bretskir krígsveteranar frá Seinna Heimsbardaga tóku stig til í 1948 til at vera ein av heimsins størstu ítróttarstevnum ella ítróttartiltøkum. Fyrstu Paralympisku Leikirnir sum ikki bert vóru fyri krígsveteranar vóru hildnir í 1960 í Róm,[1] har 400 ítróttarfólk frá 23 londum kappaðust. Síðan 1960 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir sama ár sum Olympisku Leikirnir. Paralympisku Leikirnir verða fyriskipaðir paralelt við Olympisku Leikirnir. Tað eru bæði summarleikir og vetrarleikir fyriskipaðir.
Føroyar á Paralympisku Leikunum
rættaFøroyar kunnu luttaka á Paralympisku Leikunum sum egin tjóð og undir Merkinum. Tá talan er um Olympisku Leikirnir mugu føroyingar luttaka undir donskum flaggi. Fleiri føroyingar hava luttikið á paralympisku leikunum og fleiri hava eisini vunnið heiðursmerki á leikunum. Í 1984 luttóku Katrin Johansen, Ólavur Kongsbak og Kristvør Rasmussen, tey vunnu ikki nakað heiðursmerki. Á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988 vann Christina Næss 1 gull og 1 silvur heiðursmerki, Katrin Johansen vann eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki og Tóra við Keldu vann eitt silvur og 2 bronsu heiðursmerki. Johan Samuelsen luttók eisini í fleiri kappingum í 1988. Í 1992 luttóku Tóra við Keldu og Durid Svensson. Tóra vann tá eitt silvur heiðursmerki. Í 1996 í Atlanta vann Tóra við Keldu eitt silvur heiðursmerki. Ester Høj luttók eisini í fleiri kappingum í 1996. Í 2000 í Sydney vann Heidi Andreasen 3 silvur og eitt bronsu heiðursmerki. Esther Hansen luttók eisini í 2004. Í Athen 2004 vann Heidi Andreasen eitt bronsu heiðursmerki. Í 2008 luttók Heidi Andreasen fyri Føroyar, men tá eydnaðist tað henni ikki at vinna nakað heiðursmerki. Í 2012 svam Ragnvaldur Jensen fyri Føroyar, men hann vann ikki nakað heiðursmerki. Føroyar hava næstan bara luttikið innan svimjing á Paralympisku Leikunum, tó luttók Heini Festirstein í borðtennis í 1992.[2] Í 2016 luttók svimjarin Krista Mørkøre fyri Føroyar[3], og í Tokyo2020 var einasti luttakarin rennarin Hávard Vatnhamar ið kappaðist í marathon.[4]
Vertsbýir
rættaKeldur
rætta- ↑ "CBC.ca, Paralympics traces roots to Second World War". http://www.cbc.ca/olympics/story/2008/09/02/f-paralympics-history.html. Heintað 2008-09-24.
- ↑ Paralympics.org, yvirlit yvir føroyingar sum hava luttið á Paralympisku Leikunum og heiðursmerki, ið tey hava vunnið.Tey sum ikki hava vunnið heiðursmerki eru eisini við á yvirlitinum.
- ↑ Portal.fo - Krista Mørkøre við til Paralympisku leikirnar í Rio 2016
- ↑ "4". https://en.wikipedia.org/wiki/Faroe_Islands_at_the_2020_Summer_Paralympics.
- ↑ "Past Games". International Paralympic Committee. http://www.paralympic.org/Paralympic_Games/Past_Games/. Heintað 2010-04-07.
Slóðir úteftir
rætta- Almenn heimasíða
- Paralympic.org, Føroyingar á Paralympisku Leikunum og heiðursmerki, um tey hava vunnið nøkur
- ISB.fo, Søgan - Heimasíðan hjá ÍSB, sum er ítróttasambandið fyri brekað í Føroyum
- Paralympic Sport TV, net-sjónvarpskanal hjá Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committee - IPC)
- Paralympisku Leikirnir – Fakta og talvur