Palli hjá Mariannu er ein føroysk fyritøka, ið varð stovnað í 1972. Felagið er móðurfelag hjá P/F Christian í Grótinum, ið eigur skipini Christian í Grótinum og Christian, og hjá P/F Hvalnes, ið eigur skipið Norðborg. Skinini veiða eftir uppisjóvarfiski, fyrst og fremst eftir hesum sløgum: sild, makrelur, lodna og svartkjaftur.[1] Samlaða veiðan hjá P/F Christian í Grótinum øktist úr uml. 25.000 tonsum í 1997 til uml. 100.000 tons í 2000.[2]

Leiðsla og nevnd rætta

  • Eyðun Rasmussen, stjóri[3]

Nevndin rætta

  • Kristian M. Rasmussen, nevndarformaður
  • Jón Rasmussen
  • Eyðun Rasmussen
  • Bogi Rasmussen
  • Jan Petersen

Søga rætta

Fyritøkan Palli hjá Mariannu varð stovnað í 1972 av Kristian Martin Rasmussen og pápanum Palla hjá Mariannu og svogrinum. Sama árið var tað fyrsta skipið, tann fyrsti Christian í Grótinum, kontraktaður á Skála Skipasmiðju, og varð liðugur í 1975.

Í 1984 yvirtók Kristian Martin Rasmussen allan partapeningin í felagnum, og í 1992 komu synirnir Jón, Eyðun og Bogi við í virksemi


Í 2000 keypti felagið Norðborg frá Eiler og Sámal Jacobsen. Eitt ár seinni valdi felagið at keypa eitt frystiskip til at góðska vørurnar umborð. Gardar bleiv keyptur frá Inge Halstensen, fekk navnið Norðborg, og fór hon til fiskiskap í 2001.

í juni 2006 valdi reiðaríið at kontrakta ein nýbygning í staðin fyri Norðborg. Talan var tá um størsta og dýrasta fiskiskip í føroyska fiskiflotanum. Skipið var bygt í 2008 og varð fyrstu ferð skrásett 14. apríl 2009.[4]

í marts 2022 kom nýggjur Christian í Grótinum til Klaksvíkar, hann er størri og meir framkomin enn Norðborg, so nú eigur felagið tvey tey størstu og mest nútímans fiskiskipini í føroyska flotanum

Skip rætta

  • Christian í Grótinum KG 690, eigari P/F Christian í Grótinum
  • Norðborg KG 689, eigari P/F Hvalnes
  • Christian KG 692, , eigari P/F Christian í Grótinum

Keldur rætta

  1. new.cig.fo Archived 2017-01-25 at the Wayback Machine, Veiða.
  2. new.cig.fo Archived 2013-01-04 at the Wayback Machine, Reiðarí.
  3. bl.fo Archived 2016-04-23 at the Wayback Machine, P/F Palli hjá Mariannu.
  4. new.cig.fo Archived 2017-01-26 at the Wayback Machine, Norðborg KG 689.