P-tal
P-tal bleiv innført í Føroyum í 1982. P-talið er samansett av føðingardegi og trimum tølum afturat. Allir persónar, sum í juli 1982 vóru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum og allir persónar sum síðan 1982 eru skrásettir í yvirlitinum, hava fingið eitt P-tal. Harafturat fáa persónar, sum skulu skattast í Føroyum, eitt P-tal. Hini Norðurlondini hava cpr.nummur, sum eru føðingardagur og fýra tøl eftir tað.
Føroysk p-tøl verða roknaði eftir hesum leisti:
- P-talið er uppbygt soleiðis: dd mm áá rr e
- dd = dagur
- mm = mánaður
- áá = ár
- rr = raðtal
- e = eftirlitstal
Raðtalið byrjar við 00 í støkum øldum, og við 50 í óstøkum øldum. T.v.s. at P-talið hjá einum persóni, sum er føddur tann 1. januar 1967, teoretisk kann verða brúkt aftur til ein persón, sum er føddur tann 1. januar 2167. P-talið 160595-519 vísir t.d. at persónurin er føddur antin tann 16. mai 1895 ella 16. mai 2095. Við at brúka talið 32765432 saman við hinum tølum verður eftirlitstalið funnið. Eftirlitstalið verður brúkt til at tryggja, at hini tølini eru røtt. Konufólk hava eitt líka eftirlitstal, og mannfólk hava eitt ólíka eftirlitstal.