Ozonlagið

Ozonlagið, sum er á leið 10 km frá jørðini, verjir jørðina móti skaðiligum strálum frá sólini. Tá minni er til av ozoni, gerst ozonlagið tynnri og sagt verður, at "hol" er í ozonlagnum. Jú tynri ozonlagið er, jú fleiri skaðiligar strálur koma tá niður á jørðina. Skaðiligu strálurnar kunnu elva til krabbamein í húðini og tálma vøkstri av plantum og algum.