Oyrasundskollegiið í Amager er nógv tað størsta kollegium í Danmark við út ímóti 2,000 íbúgvum, og helst er tað mest kenda millum føroyingar. Ógreitt er, hvussu nógvar føroyingar tú kanst hitta har, hildið verður, at talið er um 900[1] - tað er uml. ein triðingur av íbúgvunum, og svarar til fólkatalið í Hvalbiar kommunu. Tá søkt verður um kollegiupláss hava føroyingar stóran fyrimun, orsakað av tí stóru fjarstøðuni frá Danmark. Tess longri burtur ein býr, tess fremri kemur ein í bíðirøðini.

Keldur

rætta
  1. http://sport.tv2.dk/2013-11-15-humlebien-p%C3%A1l-der-elsker-sit-flag