Ovurfiti verður mett út frá BMI-talinum. Eitt BMI omanfyri 25 verður roknað sum fiti, og er BMI omanfyri 30 er talan um ovurfiti. Ovurfiti og diabetis 2 eru millum størstu heilsutrupulleikarnar kring allan Vesturheimin og tilburðirnir av ovurfita og diabetis 2 økjast á hvørjum ári. Kanningar, ið áður eru gjørdar í USA, Fraklandi, Svøríki og Bretlandi hava víst, at ovurfiti og diabetis økist. Ovurfiti hevur ótrúliga nógvar irriterandi trupulleikar við sær; yvirvekt og fiti økja m.a. vandan fyri diabetes 2 og hjarta- og æðrasjúkum, serliga um fitin situr um miðjuna. Likam okkara hevur feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri, at likamið kann virka, sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur. Feittgoymslurnar gerast ov stórar, um ein tekur meira orku inn, enn ein brennur. Við øðrum orðum: feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið. Ovurfiti kann arvast, men lívshátturin er kortini sera avgerandi fyri, um ein gerst feit/ur. Sambært WHO er økta mongdin av fitiríkum mati, salt og sukur, saman við ov lítlari rørslu orsøkin til økingina av ovurfita í heiminum í dag. Læknarnir hava tí forskriva matarvarni og venjing, sum neyðug amboð ímóti ovurfita. Hetta fokusera miðlarnir og handilsvinnan á, og kappast tí um at veita røttu venjing, kost, matarvanar og ráðgeving um rætta livimátan. Skeivur kostur og ov lítil rørsla hava við sær yvirvekt og ov høgt blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur. Tað kann hava við sær diabetes 2 og viðvirka til hjarta- og æðrasjúkur. Eisini fáa fleiri, sum viga ov nógv, trupulleikar við ryggi og knøum. Somuleiðis fáa mong kensluna av tvørrandi sjálvsáliti.

Fjórði hvør breti er ovurfeitur, og við verandi gongd verða 26 milliónir ovurfeit fólk í Bretlandi í 2030. Kanningar vísa, at meir enn ein millión bretar hava eitt BMI millum 40 og 50 – tvær ferðir so nógv sum tað, ið verður roknað sum sunt.

Hevur tú ov nógv kolesterol í blóðinum, veksur vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum, sum til dømis blóðtøppum. Tess feitari mat, tess meiri kolesterol í blóðinum. Ovurfiti kann m.a. føra til strongd. Men strongd kann eisini føra til ovurfita. Ein ástøði í 2012 greiðir frá hvussu hetta hongur saman. Saman við ítrottagranskarinum, M. Dyrstad á UiS vendur Brynjar Foss sjóneyguna á sambandið millum strongd og ovurfita. Kanningin hjá teimum varð m.a. útgivin í tíðarritinum Medical Hypothoteses. Brynjar Foss og M. Dyrstad hava verið ígjøgnum fleiri ymiskar kanningar um evnið. Kanningin staðfesti, at øking í vektini og hækkan av kolestorol talinum, kroppurinsa svar uppá strongd, var mundandi hægri hjá fólki, ið orsaka av strongd høvdu tikið uppá í vekt. "Hevur ein ov høgt kolistoroltal, sær tað út til, at ein hevur lættari við at blíva ovurfeitur", sigur Brynjar Foss. Brynjar Foss og M. Dyrstad føra fram teirra hypotesu, um at strongd og ovurfiti styrkja um hvørt annað við sonevndari positivari afturkopling. Faktorur A økir faktor B, ið aftur økir um faktor A. Øking í vekt kann møguliga útloys strongd, ið aftur kann útloysa størri øking av vektini. Eisini tað at tapa seg kann útloysa leysgevan av kolesterol, ið aftur kann útloysa strongd og soleiðis mótvirka framhaldandi vekttapi, sigur Brynjar Foss og leggur afturat: "Tá tú byrjar at eta minni, so minkar kroppurin um fobrenningina. Byrjar tú at trena meira, so økir kroppurin um svongdarkensluna. Tá tú tekur uppá, so verður kroppurin strongdur" [1].

Ovát, vánalig heilsutrygd og lutfalsliga stórt fátækradømi eru millum fremstu orsøkir til, at USA hevur nógv ovurfeit fólk. Meir enn triði hvør vaksni amerikanari og 17 prosent av børnum og tanáringum eru ovurfeitir. Tølini úr OECD eru nøkulunda óbroytt 2003-2013, vísir ein kanning í 2014. Sambært kanningini er parturin av 2-5 ára gomlum, sum eru ovurfeit tó, farin úr 13,9 prosentum í 2003 niður í 8,4 prosent í 2012 [2]. Sodavatn og ringir kostvanar annars er ein av størstu orsøkunum til, at nógv fólk eru ovurfeit í USA.

Tøl frá WHO í 2010 siga, at Nauru er tað landið í heiminum við flest ovurfeitum fólkum. Á listanum niðanfyri síggjast tey tíggju londini í heiminum, sum sambært WHO í 2010 hava flest ovurfeit fólk.

Land % við BMI 30+
1.   Nauru 94.5 %
2.   Mikronesiasamveldið 91.1 %
3.   Cookoyggjar 90.9 %
4.   Tonga 90.8 %
5.   Niue 81.7 %
6.   Sámoa 80.4 %
7.   Palau 78.4 %
8.   Kuveit 74.2 %
9.   USA 74.1 %
10.   Kiribati 73.6 %

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-26. https://web.archive.org/web/20120126072310/http://www.forskning.no/artikler/2011/desember/308672. Heintað 2014-02-27. 
  2. http://www.pbs.org/newshour/rundown/how-us-obesity-compares-with-other-countries/
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið