Ossetiskt mál
Ossetiskt, á ossetiskum: Ирон ӕвзаг - Iron avžag, hoyrir til iransku greinina av indoevropeisku málunum og verður tosað í russisku (Norðurossetia, høvuðsstaður: Vladikavaz) og georgisku (Suðurossetia, høvuðsstaður Tskhinvali) pørtunum av Ossetia í Kavkasus. Umleið ein hálv millión fólk tosa ossetiskt, harav eru 60% í Norðurossetiu og 15% í Suðurossetiu.
Ossetisk Ирон ӕвзаг Iron avžag | ||
---|---|---|
Tosað í: | Russland, Georgia, Turkaland. | |
Tosandi íalt: | uml. 500.000 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Iranskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | os | |
ISO 639-2: | oss | |
ISO 639-3: | oss
. |
Ossetiskt kann førast aftur til málið hjá alanunum, ein fólkabólkur av sarmatum. Í dag eru ossetisk og jagnobi hini einastu landnyrðingsiransku málini, ið enn eru til. Harafturat eru tey, saman við Tatipersiskum og Talyshi, hini einastu iransku málini, ið hava stóra útbreiðslu í Kavkasus.
Eyðkenni
rættaTil eru tvær dialektir: hin vanligara Iron í eystri og Digoron í vestri, har Iron er hin vanligara. Ein triðja dialekt, Jassiskt, varð fyrr tosað í Ungarn.
Lætt er at kenna ossetiskt, tí ossetiskt er einasta málið við kyrillisku skriftini, ið nýtir stavin ӕ.
Við síni heldur fløktu mállæru hevur ossetiskt varðveitt nógv oldiransk eyðkenni. Fallskipanin hevur so statt enn átta føll. Ljóðskipanin er nógv ávirkað av kavkasisku málunum, ið verða tosað har um leiðir. Orðatilfeingið hevur fleiri tøkuorð úr russiskum.
Stavsetan
rættaÍ skriftmálinum verða 35 fonem nýtt: 26 hjáljóð, sjey sjálvljóð og tvey tvíljóð. Í 19. øld varð eitt kyrilliskt stavrað gjørt til málið.
А/а, Ӕ/ӕ, Б/б, В/в, Г/г, Гъ/гъ, Д/д, Дж/дж, Дз/дз, Е/е, Ё/ё, Ж/ж, З/з, И/и, Й/й, К/к, Къ/къ, Л/л, М/м, Н/н, О/о, П/п, Пъ/пъ, Р/р, С/с, Т/т, Тъ/тъ, У/у, Ф/ф, Х/х, Хъ/хъ, Ц/ц, Цъ/цъ, Ч/ч, Чъ/чъ, Ш/ш, Щ/щ, Ъ/ъ, Ы/ы, Ь/ь, Э/э, Ю/ю, Я/я.
Harafturat var í árunum 1923-37 eitt latínskt stavrað nýtt: A/a, Æ/æ, B/b, C/c, Č/č, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, Q/q, R/r, S/s, Š/š, T/t, U/u, V/v, X/x, Y/y, Z/z, Ž/ž
Eina tíðina var georgiska skriftin nýtt í Suðurossetiu.