Omloop Het Nieuwsblad
Omloop Het Nieuwsblad (fyrr Omloop Het Volk) er ein eindagskapping í súkkling í Eysturflandern í Belgia. Kappingin er ein hálvklassikari ið byrjar "brúgvasteinssesongina", og verður vanliga hildin síðsta leygardag í februar ella fyrsta leygardag í mars (dagin fyri Kuurne-Bruxelles-Kuurne). Kalt veður, onkuntíð kavi, og stuttar brúgvasteinsbrekkur sermerkja kappingina, mótsatt venjingarlegunum um várið longri suðuri á tí italsku rivieraðini ella í Suðurfraklandi.
Kappingin varð fyrst ferð hildin í 1945, og varð tá fyriskipað av blaðnum Het Volk sum aftursvar uppá eina aðra kendari kapping, Kring Flandern, ið blaðið Het Nieuwsblad fyriskipaði, tann kappingin er eitt av teinum sonevndu monunumetunum. Báðar kappingar nýta fleiri av teimum somu brekkunum. Kappingin Omloop Het Nieuwsblad hevur eisini verið nevnd Gent-Gent, av tí at onnur bløð ikki vildu veita reklamu fyri kappingarneyta teirra.
Millum 1945 og 1995 byrjaði og endaði kappingin í Gent. Frá 1996 til 2007 endaði hon í Lokeren, men síðan 2008 hevur Gent aftur verið málbýurin.
Frá 2017 er Omloop Het Nieuwsblad partur av UCI World Tour-kalendaranum.[1]
Vinnarar
rættaKeldur
rætta- ↑ The UCI reveals expanded UCI WorldTour calendar for 2017, Pressemeddelelse fra UCI, 2. august 2016