Skjøldur Kort
Land: Noreg
Størsti býur: Bodø
Íbúgvar
(2023):
241 084
Vídd: 38 460 km²
Staðseting: 66°50′00″N 14°40′00″E
Heimasíða: www.nfk.no

Nordland er eitt fylki í Norra. Fylkið varð stovnað hin 1. januar 1919 og hevur ídag um leið 241 túsund íbúgvar. Síðan 1995 hoyrir lítla gosoyggin Jan Mayen fyrisitingarliga til Nordland fylki.

Lofoten

Fylkið er býtt upp í fimm øki. Helgeland, Salten, Ofoten, Lofoten og Vesterålen. Høvuðssæti og umsitingin hjá fylkinum er staðsett í Bodø, sum eisini er størsti býurin í fylkinum.

Nordland hevur í norðri mark við Troms og Finnmark, móti eystri mark við Norrbottens län og Västerbottens län í Svøríki og móti suðri mark við Trøndelag. Vesturstrondin í Nordland fylkinum liggur fram við Norskahavinum og Atlantshavinum.

Kommunur í Nordland rætta

Tað finnast 41 kommunur í Nordland fylke.

Nr. Navn Høvuðssæti Fólkatal Vídd: (km²) Mál[1] Øki
1804   Bodø Bodø 1.393 uttanveltað Salten
1806   Narvik Narvik 2.023 Ofoten
1811   Bindal Terråk 1.265 bókmál Helgeland
1812   Sømna Vik 194
1813   Brønnøy Brønnøysund 1.041 uttanveltað
1815   Vega Gladstad 163 bókmál
1816   Vevelstad Vevelstad 539
1818   Herøy Sivalen 65
1820   Alstahaug Sandnessjøen 187 uttanveltað
1822   Leirfjord Leland 465
1824   Vefsn Mosjøen 1.929
1825   Grane Trofors 2.010
1826   Hattfjelldal Hattfjelldal 2.684
1827   Dønna Solfjellsjøen 194 bókmál
1828   Nesna Nesna 183
1832   Hemnes Korgen 1.589 uttanveltað
1833   Rana Mo i Rana 4.461
1834   Lurøy Lurøy 265 bókmál
1835   Træna Husøya i Træna 16
1836   Rødøy Vågaholmen 711 uttanveltað
1837   Meløy Ørnes 874 bókmál
1838   Gildeskål Inndyr 662 uttanveltað Salten
1839   Beiarn Moldjord 1.222 bókmál
1840   Saltdal Rognan 2.215
1841   Fauske Fauske 1.210
1845   Sørfold Straumen 1.636
1848   Steigen Leinesfjord 1.007
1851   Lødingen Lødingen 525 Ofoten
1853   Evenes Bogen 252
1856   Røst Røstlandet 10 Lofoten
1857   Værøy Sørland 18
1859   Flakstad Ramberg 178 uttanveltað
1860   Vestvågøy Leknes 423
1865   Vågan Svolvær 478
1866   Hadsel Stokmarknes 566 bókmál Vesterålen
1867   Bø i Vesterålen 247 uttanveltað
1868   Øksnes Myre 319
1870   Sortland Sortland 722
1871   Andøy Andenes 656
1874   Moskenes Reine 119 Lofoten
1875   Hamarøy Oppeid 1.031 Salten
18   Nordland Bodø ' 38.460 uttanveltað Nordland

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. Forskrift om målvedtak i kommunar og fylkeskommunar (målvedtaksforskrifta), lovdata.no, 2019-12-20