Norðurlendska ráðharraráðið
Norðurlendska Ráðharraráðið | |
Verkamál | Danskt |
Høvuðssæti | Keypmannahavn |
Formaður | Jan Vapaavuori |
Aðalskrivari | Halldór Ásgrímsson |
Føroyskur samstarvsráðharri | Jacob Vestergaard |
Stovna | 1971 |
Norðurlendska Ráðharraráðið er ein samstarvsbólkur hjá norðurlendsku stjórnunum. Grundarlagið fyri Norðurlendska ráðharraráðnum er skrivað í Helsingforssáttmálanum.
Norðurlendska Ráðharraráðið varð sett á stovn í 1971 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt landsstýrini í teimum trimum sjálvstýrandi økjunum Føroyar, Grønland og Áland.
Formansskapurin fyri ráðharraráðið varðir eitt ár og skift verður millum tey fimm norðurlendsku londini.