Nimrud ella Nimrod er eitt øki við fornum leivdum umleið 40 km sunnanfyri Mosul við Tigris í norðara Mesopotamia, har ið fornaldar Kalhu ella Kalah lá, og sum var ein týdningarmikil býur í Assýria. Býurin var høvuðsstaður í ríkinum leingi. Fornfrøðingar meta, at navnið er frá nýggjari tíð og kemur av Nimrod kongi, ið er ein kongur úr Bíbliuni.

Ein vaktur við portrið (lamassu) úr Nimrud, er í dag vístur fram á British Museum

Nimrud varð stovnaður í 13. øld f. Kr. og gjørdist høvuðsstaður Assýrialands í 9. øld f.Kr. undir Assurnasirpal 2. kong, og varð lagdur í oyði 612 f.Kr..

Oyðileggingar í 2015

rætta

Tann islamiska rørslan, IS, oyðilegði í 2015 stórar partar av fornaldarøkinum, tí sambært teimum vóru fornaldarmentanin, fólkið og tess trúgv heiðin og samtykti ikki við islamskari siðvenju.[1] Oyðileggingarnar síggjast á video, ið Islamiski Staturin hevur útgivið í mars 2015. Á videofilminum sæst, hvussu bulldosarar koyra yvir og oyðileggja útgravaða økið við fornaldargripunum.[2]

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið