Nicodemussangbólkurin
Nicodemussangbólkurin var ein føroyskur tónleikabólkur í 1970'unum og 80'unum, sum spældi andaligan tónleik í nýmótans sniði. Tveir av forsangarunum vóru Kári Svensson og M.C. Restorff. M.C. Restorff var tann sum skrivað tað mesta av tilfarinum, bæði tekstir og løg. Nicodemussangbólkurin var umrøddur í sjónvarpssendingini Minnist tú enn hjá Kringvarpi Føroya um føroyskan tónleik, og samrøða var gjørd við M.C. Restorff.[1]
Tónleikaútgávur
rætta- Meistarans hond, 1971[2]
- Lív, 1975
- Hann legði í munn mín nýggjan song, 1977
- Barnaminnir, 1980
- Konsert við Nicodemussangbólkinum, live, 1986
- Hildin, 1986