Niðagrísur er yvirnáttúrlig sagnvera, ið er hamur av barni, ið er fyribeint ódoypt (ókristnað). Eitt sovorðið barn gongur sambært sagnunum ofta aftur, til tað hevur fingið navn.

Í Færøsk Anthologi hevur V. U. Hammershaimb søgn við heitinum Niðagrísur og Loddasar steinur. Søgnin er soljóðandi:

Niðagrísur er lítil, tjúkkur og bøllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimmóreyður av liti. Hann sigist at vera, hvar nýfødd leysingabørn eru dripin og grivin uttan at hava fingið navn. Hann liggur tí og veltist fyri fótum á monnum, at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári. Í bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasasteinur; har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðist har í myrkri; ein maður, sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, var illur og segði tá " Hasin Loddasin!", og tá gróv hann seg niður í jørðina við steinin og sást onga tíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn. (Færøsk Anthologi s. 332f)

Í søgnini um Guttorm í Múla verður sagt soleiðis frá: Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðinum á Viðareiði) hevðí dripið eitt leysingabarn og grivið tað niður. Tað gekk aftur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honum. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið fyri tí; um næturnar lá tað og seyg føturnar á honum. Prestur var heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var illa mentur at ganga. Hann sendi boð eftir Guttormi og kærdi sína neyð fyri honum; hann fór skjótt at doyggja, helt hann. Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjulyklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skipaði hann fyri; hvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einum loga, meðan hann fekst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom aftur, var prestakjólin brendur uppi á honum. Eina kúgv gav harra Klæmint honum í løn aftur fyri hjálpina, og síðani hevði hann frið. (Úr Jakob Jakobsen: Sagnir og ævintýr)