Náðimiðil
Náðimiðil er eitt orð, ið verður nýtt í kristnu trúarlæruni. Eitt náðimiðil er, sum orðið sigur, eitt miðil, sum veitir náði.
Í luthersku guðfrøðini verður tosað um fýra náðimiðlar: dópin, altarborðið, skriftarmálið og prædikuna (onkuntíð verður Bíblian eisini rokna við sum eitt serskilt náðimiðil). Í lutherdóminum nýtir mann í hesum føri eina smala týðing av náði, nevnliga náði skilt sum syndanna fyrigeving.[1]
"Vit hoyra okkara himmalsks Faðirs rødd í dópinum, altarborðinum, absolutiónini og prædikuni." Martin Luther (umsett úr donskum)[2]
Katolikkar tosa eisini um náðimiðlar, men oftari í breiða skilnaðinum av náði - t.v.s. náði skilt sum góðska, umsorgan, miskunn o.líkn..[3]