Gudfrøði (latín theologia) er ein frøðigrein um læru, innihald og upphav kristindómsins. Orðið theologia kemur frá grikska orðinum Θεός (theos), sum merkir gud, og λογία (logia) kemur frá griska orðinum logos (frøði). Tá ið sagt verður, at ein lesur gudfrøði, verður vanliga hugsa um alt, sum hevur við tað kristnu trúnna at gera so sum einglar, menniskja, synd o.s.fr. Granskanin av Gud Faðirinum (theologia proper) er tó kjarnan. Tá ein lesur gudfrøði skal ein millum annað eisini læra hebráiskt.

Thomas Aquinas var ein heimskendur italskur gudfrøðingur.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið