Munch-savnið
Munch-savnið (norskt: Munch-museet) er eitt savn í Oslo við listarverkum eftir kenda listamannin Edvard Munch. Savnið læt upp í 1963, hundrað ár eftir at hann varð føddur. Bygningurin er teknaður av arkitektunum Gunnar Fougner og Einar Myklebust. Myklebust var eisini arkitekturin, ið stóð fyri einari umfatandi útbygging og umvælingararbeiði, ið varð vígt í 1994 á 50-áradegnum fyri deyða Munchs.
Slóðir úteftir
rætta- Heimasíðan hjá Munch Savninum Archived 2012-10-10 at the Wayback Machine