Morsnigil

Morsnigil (eisini kendur sum dreparasnigil) (frøðiheiti Arion vulgaris) var fyrstu ferð funnin í Føroyum í 1996. Morsnigil verður 5-15 cm langur og er skínandi og javnt morreyður, men hann kann vera ymiskur á liti frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir á liti. Fótrondin er tvørríput. Morsnigil eitur á latíni Arion vulgaris. Morsnigil stavar frá Spania, men hevur síðan spjatt seg norðureftir við fólki og vørum, hann var fyrstu ferð sæddur í Svøríki í 1975, í Noregi í 1988, í Danmørk í 1991, í Føroyum í 1996 og í Íslandi í 2003.

Morsnigil
Arion vulgaris 3.jpg
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Røð: Pulmonata
Familja: Arionoidea
Ætt: Arion
Slag: A. vulgaris

Sum aðrir sniglar í Arionslektini er morsnigil tvíkyndur og nørist skjótt, og ger hann stóran skaða í m.a. urtagørðum og eplaveltum.

Útvortis ávísingEdit

Sí miðlasavnið