Miguel Marin Hidalgo
Í sjeytiárunum búði spaniólin Miguel Marin Hidalgo hjá Hispania Film í Føroyum og gjørdi saman við konu sínari fimm filmar í Føroyum. M.a. gjørdi hann filmin Rannvá í 1975, sum er hin fyrsti spælifilmurin við føroyskum máli og við føroyskum sjónleikarum. Men aftaná eina tíð valdi hann at flyta aftur til Spania og tók filmarnar við sær. Ongin eintøk vóru eftir í Føroyum, og síðani tá var hildið, at filmarnir vóru horvnir, og fóru ongantíd at koma afturí aftur. Inntil 2009.
Ein av teimum, ið leitaði eftir filmunum var stjórin hjá Samvit Elin Heinesen. Í fleiri ár hevði hon roynt at fingið fatur á Miguel og hansara filmum, men til fánýtis. Arbeitt verdur við at restaurera filmarnar og digitalisera teir. Myndagódskan er eftir umstøðunum góð, men ljóðgóðskan er illa farin av teimum mongu árunum á loftinum.
Keldur
rætta- árið ið fór, 7. árg. 1976 (Oktobur, "Rannvá", "Heystblómur"))
- árið ið fór, 8. árg. 1977 (Juni, "Páll Fangi")