Menningarlæran

(Ávíst frá Menning)

Menningarlæran, eisini nevnd evolutión, fyrr darwinisma ella darwinslæra, er í lívfrøði læran um eina menning, ið lýsir stigvísa broyting í lívverum orsakað av arvi, afturskapan og úrveljing. Menningarlæran er eitt vísindaligt ástøði, t.e. er prógvað við vísindaligum grundreglum, reglubundið og skipað, ið greiðir frá lívfrøðiliga fjølbroytninum á jørð, og hvussu nýggj djórasløg og lívverur verða til vegna broyting í m.a. umhvørvi og rándjórum.

Meginparturin av vísindafólkum eru samd í, at menningarlæran er frágreiðingin, hví lívfrøðiliga fjølbroytnið er vorðið til. Tó er ósemja ímillum átrúnaðarligir bólkar. Til dømis hava fleiri pávar viðurkent menningarlæru, ímeðan aðrir trúarbólkar hava avnoktað menningarlæru. Tað eru serliga protestantar í USA, ið avnokta menningarlæru í vesturheiminum. Hinvegin, góðtaka flestu fólk í protestantiskum londum í Evropa menningarlæru sum sannleiki.

Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini [tørvar keldu]. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um, hvussu lærarar í lívfrøði skulu fyrihalda seg [tørvar keldu]. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn [tørvar keldu].

Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst [tørvar keldu].

Kjak í USA

rætta

Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting [tørvar keldu]. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið [tørvar keldu]. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlar hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna [tørvar keldu].

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið