Mayo (Írland)
Kort | Skjøldur |
---|---|
Staðið á kortinum | |
Grunddáta | |
Land: | Írland |
Landslutur: | Connacht |
Høvuðsstaður: | Castlebar |
Størsti býur: | Castlebar |
Vídd: | 5585 km² |
Íbúgvar (2016): | 130.507 |
fyri km²: | 23/km² |
Alment mál: | Enskt, írskt, |
Tíðarzona: | UTC |
Heimasíða: | mayococo.ie |
Mayo (írskt: Maigh Eo) er fyrrverandi greivadømi og núverandi amt (fyrisitingarligt øki; enskt: County Mayo, írskt: Contae Mhaigh Eo) í Lýðveldinum Írlandi. Amtið, sum hevur umleið 130 túsund íbúgvar, liggur á vesturstrondini í landslutinum Connacht. Víddin er næstan 5600 km².
Høvuðssætið hjá amtinum er í Castlebar, sum eisini er størsti býur. Næststørsti býur er Ballina (10 623 íbúgvar), sum liggur norðanfyri. Westport er triðstørsti býur við umleið 6000 íbúgvum. Býurin liggur vestanfyri, við víkina Clew Bay.
Landafrøði
rættaAchill (írskt: Acaill) Oyggin Achill liggur tætt við vesturstrondina. Hon er størsta oyggj í Írlandi.
Croagh Patrick (írskt: Cruach Pháidraig) Fjallið Croagh Patrick, sum er 764 m høgt, er eitt av teimum kendastu fjøllunum í Írlandi. Navnið á fjallinum er uppkallað eftir Sankta Pátrik.
Clew Bay (írskt: Cuan Mó) Víkin liggur á vesturstrondini og hevur 117 oyggjar.
Killary Harbour (írskt: An Caoláire Rua) Fjørðurin Killary Harbour er tann einasti fjørðurin í Írlandi. Hann liggur á markinum millum fyrisitingarligu økini Mayo og Galway.
Myndir
rætta-
Croagh Patrick
-
Víkin Clew Bay
-
Fjallið Nephin Mountain
-
Bjørgini við norðurstrondini
-
Round Tower í Killala.
-
Westport
-
Keem Bay, Achill
-
Fjørðurin Killary Harbour