Marna Egholm
Marna Laila Vandsdal Egholm, vanliga nevnd Marna Egholm (fødd 15. apríl 1981) er ein føroysk ítróttakvinna innan frælsan ítrótt, ið rennur fyri danska felagið Sparta og fyri Bragdið[1] og Føroyar. Hon er ein av bestu føroysku rennarunum og hevur sett føroysk met og hevur gjørt seg galdandi bæði í Føroyum og uttanlands. Á Oyggjaleikum 2015 vann hon eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki fyri Føroyar.[2] Marna byrjaði at renna til kappingar í 2014. Hon býr í løtuni (2016) í Keypmannahavn. Marna hevur eisini róð kapp í Føroyum, hon róði við bátunum Hvessingur og Jarnbardur. Føroyski rennarin, Hallur Holm, ið eisini skrivar á heimasíðuni Frælsur Ítróttur Føroyar, metti í oktober 2015, at Marna tá var Føroya næstbesta ítróttafólk, næst eftir Pál Joensen. Hann metti, at hon hevði góðan møguleika at klára kravtíðirnar til OL 2020, um góða menningin helt áfram.[3]
Lívsleið innan frælsan ítrótt
rættaOyggjaleikir 2017 á Gotlandi
rætta- Silvur í 10.000 metrar, við tíðini 36:30,99.[4]
Danmarkarmeistari í maraton i 2016
rættaMarna Egholm gjørdist nummar fimm av øllum kvinnunum á HCA Marathon 2016 í Odense tann 1. oktober 2016. Tær fyrstu fýra kvinnurnar komu úr Etiopia og Kenya. Marna Egholm var tann fremsta av luttakarunum frá donskum feløgum. Hon kom á mál í tíðini 2:46.36,[5][6] ið var nýtt føroyskt met.[7]
Copenhagen Half Marathon 2016
rætta- Silvur í hálvum maraton, næstbestu tíð av kvinnununum við tíðini 1:17,38[8]
Berlin Maraton 2015
rættaNr. 36 av 10.000 kvinnum við tíðini 2 tímar, 43 minuttir og 15 sekund, ið var nýtt føroyskt met. Hon fekk 1000 IAAF-stig, ið var nógv tað hægsta nakar føroyingur nakrantíð hevði fingið í nakrari kappingargrein í frælsum ítrótti yvirhøvur.[9]
DM 2015 í Århus
rættaNr. 7 í 5.000 metrum renning við tíðini 17.26,13, ið var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Valborg Heinesen.
Oyggjaleikir 2015 á Jersey
rætta- Silvur í 10.000 metrar, kvinnur við tíðini 36.48,25, ið var nýtt føroyskt met[10]
- Bronsu í 5.000 metrar, kvinnur
- Bronsu í hálvum maraton, lið kvinnur
FM í hálvum maraton 2015 í Klaksvík
rætta- Gull í hálvum maraton kvinnur við tíðini 1.19.53[11]
- Nr. 2 av øllum
Hálvt maraton í Berlin 2015
rættaNr. 15 av øllum, nr. 2 í hennara aldursbólki 30-34 ár, hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 1.19.14 tímar[12][13]
Berlin Maraton 2014
rættaNr. 20 av kvinnunum við tíðini 02:52:00,[14] tann skjótasta ið rann fyri danskt felag[15]
Keldur
rætta- ↑ in.fo - Landsliðið úttikið Archived 2016-02-14 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana, 28. apríl 2015
- ↑ jersey2015results.com - Marna Leila Vandsdal Egholm
- ↑ kvf.fo - Marna Egholm, okkara næstbesta ítrótttarfólk
- ↑ portal.fo - Renning: Risastórt vónbrot um silvurheiðursmerki (fleiri myndir)
- ↑ Hansen, Jeppe Lykke (2. oktober 2016). "HCA Marathon: Ny dansk mester på 2:19". TV2. http://www.tv2fyn.dk/artikel/hca-marathon-skudt-i-gang. Heintað 3. oktober 2016.
- ↑ "Marna Leila Vandsdal Egholm". Sportstiming. 2. oktober 2016. https://www.sportstiming.dk/results/1665498. Heintað 3. oktober 2016.
- ↑ Koba, Finnur (2. oktober 2016). "Marna Egholm danskur meistari". http://kvf.fo/greinar/2016/10/02/marna-egholm-danskur-meistari. Heintað 3. oktober 2016.
- ↑ portal.fo - Var ein kampur at halda seg motiveraða: Nú verður tað heilt marathon
- ↑ in.fo - Besti føroyingur nakrantíð Archived 2016-02-14 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana, 17.10.2015
- ↑ fif.fo - Marna vann silvur og setti føroyskt met, skrivað hevur Hallur Holm, 2. juli 2015
- ↑ fif.fo - Marna Egholm vísti stórform í Klaksvík
- ↑ fif.fo - Marna sett nýtt met í hálvum maraton
- ↑ watchathletics.com - Results: Berlin Half Marathon 2015
- ↑ watchathletics.com - Results: BMW Berlin Marathon
- ↑ loeberne.dk - Kommer marathon under to timer?