Marknoyrarvegur er ein gøta í Vági. Gøtan er har eysturi í bygdini og er ein tann fyrsta ein kemur til, tá ið koyrt verður til Vágs frá norðara parti av oynni til syðru helvt av Suðuroy. Fyrst eitur vegurin Nesvegur, og so verður navnið broytt til Marknoyrarvegur á leið við har ið bygdarskeltið er. Ein býlingur í Vági, ið er á leið sama økið ið vegurin er, eitur Marknoyri. Býlingurin er gamal, men fyrr í tíðini vóru bert fá hús har. Vegurin millum Vág og Porkeri var fyrst gjørdur í erva, hann var eisini róptur Nervavegurin. Síðst í 1970-árunum var vegurin til Porkeris gjørdur eftir Marknoyrarvegi og eystureftir, har ið vegurin er í dag. Tað eru mest sethús, ið liggja við Marknoyrarvegin, tó eru nakrir fáir vinnubygningar eisini har. Í eldri tíð var ein handil á Marknoyri og fiskapláss var eisini har hjá Nolsøe familjuni. Handilsbygningurin er til enn og verður í dag róptur Vilt-húsið, eigari er Finn Johannessen. Eitt skifti var ein handil við møblum og brúkslutum í bygninginum og nevndist hann tá Preeti Payal, tað vóru Sarina og Jutta Augustinussen, ið áttu og róku handilin. Tórgerð Suðuroy hevur eisini havt virksemi á Marknoyrarvegi, hon hevði kiosk har í fleiri ár og í nøkur ár hevði hon silvursmiðju, har ið hon stóð fyri framleiðslu av prýðislutum og øðrum av silvuri, tað var í 1980-árunum. Róald og Ása Norðberg høvdu ein handil á Marknoyrarvegi í bygninginum við Vendiplássið einaferð í 1970-árunum. Demich hevði handil á Marknoyri í fleiri ár frá 2001,[1] men handilin stongdi umleið 2013. Fyrr hevur annað virksemi verið í bygninginum, har hevur verið snikkaraverkstaður, og dansifelagið Jómsvíkingar dansaðu eitt skifti føroyskan dans í bygninginum.

Marknoyrarvegur í 2011

Keldur

rætta
  1. "Demich.fo - Um okkum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-01. https://web.archive.org/web/20141101184111/http://demich.fo/fo-FO/Um-okkum.aspx. Heintað 2015-02-19.