Jómsvíkingar (dansifelag)

Jómsvíkingar er dansifelag í Vági, sum skipar fyri føroyskum dansi í vetrarhálvuni. Felagið varð stovnað í 1976 og eigur eini hús á Vágsvegi, har ið dansað verður, húsini eita Jómsborg.[1] Jómsvíkingar skipa eisini fyri barnadansi.[2] Jómsvíkingar hava fleiri ferðir verið uttanlands á dansiferðum. Formaður og kassameistari felagsins er Mikala í Trøðini.[3] Felagið hevur umleið 110 limir, tey flestu eru úr Vági og Porkeri. Dansifeløgini í Suðuroynni sum dansa føroyskan dans skiftast um at skipa fyri dansi, soleiðis at tað eru fleiri í tali. Tá koyra ofta bussar millum bygdirnar til dansistaðið. Eins og hini dansifeløgini hava Jómsvíkingar hildið fast við gamla siðin at tað ikki verður dansað í føstu.

Keldur

rætta
  1. "Visitsuduroy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-03. https://web.archive.org/web/20160803093502/http://visitsuduroy.fo/index.asp?pID=%7BAB1379C6-E6D0-41BA-894C-7A0515612904%7D. Heintað 2011-08-04. 
  2. Sudurras.info, Barnadansur í Jómsborg í kvøld[deyð leinkja]
  3. SR.fo, Limafeløgini[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

rætta